University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 10 06 At 11 45 10 (1) Facebook
06.10.2025
Setrið Lestrarskrivstovan

Lestrarstudningurin veksur við 1000 krónum

21. oktober verður fyrsta viðgerð í løgtinginum av uppskotinum um at seta lestrarstudningin upp við 1000 krónum um mánaðin

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, hevur lagt lógaruppskot fyri tingið, sum skal geva lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum betri fíggjarlig kor.

Verður uppskotið samtykt fara lesandi at fáa 1000 krónur meira um mánaðin í lestrarstudningi, so mánaðarliga upphæddin frá 1. august 2026 verður 6.139 krónur. Síðani skal studningurin javnast sohvørt - javningarprosentið í ár var 3,6 prosent.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur soleiðis:

"Samgongan hevur sett sær fyri at bøta um korini hjá teimum lesandi í Føroyum, soleiðis at fleiri velja at taka útbúgving her heima. Tískil er ætlanin at bøta um umstøðurnar hjá teimum lesandi á hægri lesnaði í Føroyum við eitt nú at hækka lestrarstuðulin".

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving