University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Leys lestrarpláss í august 2013
14.08.2013
Náttúruvísindadeildin Altjóða Skrivstovan Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin

Leys lestrarpláss í august 2013

Setrið og universitetini í grannalondunum geva fólki møguleikan at søkja inn á leysu plássini, ið eru eftir á ymsu útbúgvingunum.


Flestu útbúgvingarnar í Norðurlondum og UK, sum vit hava kunnleika til, geva ungfólki møguleika at søkja at sleppa inn á leysu plássini, um tað framvegis eru nøkur leys, tá uppgerðin yvir tey, sum hava søkt inn ”rættstundis”, er úti nú umleið 1.august. Síðani ber til at søkja leysu plássini, sum eru eftir, áðrenn lesturin byrjar.

Leys lestrarpláss í Føroyum 
Leys lestrarpláss eru til hesar bachelorútbúgvingarnar á Setrinum:

  • Føroyskt mál og bókmentir, byrjar 2. september
  • Orku- og umhvørvisverkfrøði, byrjar 19. august
  • Smátjóðir og altjóðagerð, byrjar 2. september
  • Politikkur og umsiting, byrjar 2. september

Til ber at søkja um upptøku fram til lestrarbyrjan.
Upptøkutreytirnar síggjast her
Umsóknarskjal kann heintast her 

Samband: Holger Arnbjerg, tlf. 292513.

Leys pláss í londunum rundan um okkum
Í Danmark her ella á heimasíðuni hjá teimum ymsu universitetunum.  
Í Noregi her 
Í Svøríki her       
Í UK her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast