University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Leysir bústaðir í Odense
23.09.2013
Altjóða Skrivstovan

Leysir bústaðir í Odense

Nýggir ungdómsbústaðir við útsýni yvir vatn, skóg og himmal í Norðuratlants Húsinum í Odense Havn.


Frá november 2013 kanst tú sum føroyingur, íslendari ella grønlendari búgva í einum av teimum 25 nýmótans bústøðunum í tí nýbygda Norðuratlants Húsinum í Odense Havn.

Bústaðirnir hava eitt fantastiskt útsýni yvir vatn og skóg og eru samstundis tætt við Odense centrum og Banagarðin. Øll rúmini hava egnan tekøk, WC (og altan). Tey sum búgva í Norðuratlants Húsinum kunnu nýta snotiligu felagsumráðini, sum fevna um eina stóra takterassu við útsýni yvir vatnið, harumframt felags tilhaldsrúm og køk á hæddunum.

Í Norðuratlants Húsinum verður tú partur av einum spennandi felagsskapi við lesandi úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi, og tú fært møguleikan at taka lut í mentanartiltøkunum og nógvu upplivingunum í húsinum.

Norðuratlants Húsið liggur mitt í nýggja havnaumhvørvinum á Byens Ø beint við nýggju býarstrondina og við nógvum møguleikum fyri frítíðarvirksemi t.d. havkajak, lystfiskaríi, minigolf, fótbólti, parkour o. a. m.

Húsaleigan í Norðuratlants Húsinum er 3.053 kr. pr. mánað pluss eina nýtslu á umleið 950 kr. um mánaðin. Mann kann søkja um bústaðarstuðul á uml. 475 kr. Depositum er 12.000 kr., sum kunnu lænast.

Samband: Kirsten Mærsk - km(at)dgh-odense.dk - tlf. +45 22 46 04 05

nordatlantiskhus.dk

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Uarctic Congress 2026 (1)

    Setrið vertur fyri Føroya størstu ráðstevnu

  2. Setrið Vitjan Úr Grønlandi

    Góð vitjan úr Grønlandi

  3. Screenshot 2026 04 15 At 12 22 51 Bio Laura Farre Rozada Pianist Mathematician And Researcher (1)

    Alment tiltak: Hvussu læra vit musikk uttanat?