23.09.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Leysir bústaðir í Odense

Nýggir ungdómsbústaðir við útsýni yvir vatn, skóg og himmal í Norðuratlants Húsinum í Odense Havn.


Frá november 2013 kanst tú sum føroyingur, íslendari ella grønlendari búgva í einum av teimum 25 nýmótans bústøðunum í tí nýbygda Norðuratlants Húsinum í Odense Havn.

Bústaðirnir hava eitt fantastiskt útsýni yvir vatn og skóg og eru samstundis tætt við Odense centrum og Banagarðin. Øll rúmini hava egnan tekøk, WC (og altan). Tey sum búgva í Norðuratlants Húsinum kunnu nýta snotiligu felagsumráðini, sum fevna um eina stóra takterassu við útsýni yvir vatnið, harumframt felags tilhaldsrúm og køk á hæddunum. 

Í Norðuratlants Húsinum verður tú partur av einum spennandi felagsskapi við lesandi úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi, og tú fært møguleikan at taka lut í mentanartiltøkunum og nógvu upplivingunum í húsinum. 

Norðuratlants Húsið liggur mitt í nýggja havnaumhvørvinum á Byens Ø beint við nýggju býarstrondina og við nógvum møguleikum fyri frítíðarvirksemi t.d. havkajak, lystfiskaríi, minigolf, fótbólti, parkour o. a. m.

Húsaleigan í Norðuratlants Húsinum er 3.053 kr. pr. mánað pluss eina nýtslu á umleið 950 kr. um mánaðin. Mann kann søkja um bústaðarstuðul á uml. 475 kr. Depositum er 12.000 kr., sum kunnu lænast.

Samband: Kirsten Mærsk - km(at)dgh-odense.dk - tlf. +45 22 46 04 05 

nordatlantiskhus.dk