University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
LFÚ-ráðgevingin flutt
SSS, rd
24.08.2010

LFÚ-ráðgevingin flutt

Tá skrivstovan við LFÚ-ráðgevingini lat aftur 1. juli í ár, varð virksemi tess flutt til Fróðskaparsetur Føroya.


LFÚ-kort fáast við at venda sær til Setursskrivstovuna, sum er miðfyrisitingin hjá Fróðskaparstri Føroya, og lestrarvegleiðing fæst á Altjóða Skrivstovuni, ið nú er partur av Fróðskaparsetri Føroya.

Avsláttarkort fyri lesandi:

Altjóða samleikakort fyri lesandi, ið áður vórðu nevnd LFÚ-kort, fáast nú við at venda sær til Setursskrivstovuna, ið húsast í sama bygningi á Debesartrøð sum Altjóða Skrivstovan, t.e. í J.C. Svabos gøtu 14. Hetta ID-kort, ið hevur styttingina ISIC (International Student Identity Card), gevur lesandi avsláttur á ymsum støðum, søvnum o.m.ø. kring heimin og her heima við. Um tú ynskir at ogna tær eitt tílíkt ISIC-kort, ið kostar kr.100, verður tú vinarliga biðin um at skriva til heller@setur.fo

Lestrarvegleiðing:

Altjóða Skrivstovan hevur opið yrkadagar millum 10 og 16, tó mikudag til kl. 18. Heimasíðan er www.ask.fo. Við yvirtøkuni av LFÚ-ráðgevingini ynskir Altjóða Skrivstovan at undirstrika, at øll fólk – ung, tilkomin og eldri, við ella uttan miðnámsútbúgving/útbúgving – sum ynskja upplýsing um lestur, skeið, eftirútbúgving og onnur viðurskifti við tilknýti til útbúgving, úti í verð ella her heima, eru vælkomin at venda sær til Altjóða Skrivstovuna. Vegleiðing fæst við at ringja á tel. 322065, við at senda ein teldupost til ask@ask.fo, ella við at vitja á skrivstovuni – fegin eftir avtalu.

Sum partur av Fróðskaparsetri Føroya, ið eisini fevnir um Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, veitir Altjóða Skrivstovan almenna vegleiðing til lesandi á Setrinum, t.d. tá talan er um skiftislestur í ávíst tíðarskeið í øðrum londum. Fakliga vegleiðingin fer framhaldandi fram á deildum Setursins.

Umframt at fáa almenna lestrarvegleiðing ber til at venda sær til Altjóða Skrivstovuna við spurningum um Nordplus, ið er ein útbúgvingarskipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Les meira um Nordplus á www.nordplusonline.org.

Komandi tiltøk:

Árliga tiltakið Markleys Útbúgving (MÚ), ið vendir sær til allar miðnámsskúlanæmingar í fráfaringarflokkunum, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 10. september 2010. Nærri verður lýst við hesum tiltaki seinni.

Fyri eisini at røkka tí málbólki, ið ætlar at søkja um upptøku til útbúgving umvegis sonevndu Kvotu-2 skipanina í Danmark í 2011, fer Altjóða Skrivstovan at skipa fyri kunningarátøkum áðrenn umsóknarfreistina í mars næsta ár. Nærri verður lýst við hesum tiltøkum seinni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin