Nú er listaútbúgvingin ikki longur diplomútbúgving, sum hendan myndin vísir, men ein full bachelorútbúgving, sum tekur trý ár
Bergur D. Hansen, dekanur
02.10.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Listaligt arbeiði uppstigað til bachelor

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum er góðkend sum BA-útbúgving

Mentamálaráðið góðkendi í summar útbúgvingina í listaligum arbeiði sum eina fulla bachelorútbúgving. Sostatt er tað nú fyri fyrstu ferð gjørligt at taka eina fulla listaliga útbúgving á BA-stigi í Føroyum.

Útbúgvingin byrjaði í fjør sum ein tveyára diplomútbúgving á BA-stigi. Ætlanin var frá byrjan, at arbeiðast skuldi við at leggja eitt ár afturat, so útbúgvingin gjørdist ein rættilig BA. Tvær leiðir eru á útbúgvingini, ritlist og tónlist. Undirvísarar eru akademikarar og listafólk.

Breið politisk raðfesting

Tað triðja árið, sum nú verður lagt afturat útbúgvingini, fara tey lesandi í fyrru hálvu uttanlands á annan hægri lærustovn. Avtalur eru fingnar í lag við stovnar í Íslandi og Danmark. Seinnu hálvu arbeiða tey við BA-verkætlan og fáa skeið í, hvussu tey sjálvstøðugt kunnu seta í verk egið listaligt virksemi. Eftir loknan lestur kunnu tey antin søkja inn á MA-útbúgvingar uttanlands ella halda fram við egnum listaligum arbeiði.

Tað var Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum á tingi tók stig til at seta pengar av til eina listaliga útbúgving á hægri stigi í Føroyum.

Fróðskaparsetrið fór undir fyrireikingarnar, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna úr Javnaðarflokkinum, góðkendi, at útbúgvingin kundi byrja í 2019.

Nú hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður úr Miðflokkinum, góðkent, at útbúgvingin verður uppstigað til eina fulla BA. Gongdin vísir, at tað er ein politisk raðfesting tvørtur um floksmørk, at ung í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útbúgva seg listaliga.

Fyri fyrst eru leiðirnar tvær, men við tíðini kunnu aðrar leiðir leggjast afturat, so t.d. ritlist og tónlist verða bodnar út eitt árið, myndlist eitt annað o.s.fr.

Tikið verður upp til útbúgvingina aftur í 2021.