01.09.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Listeria bakterian helst førd inn á kryvjivirkini

Hetta vísa kanningar, sum tvær lívfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum, Beinta Birgitta Hentze Jensen og Inga Fossdal Nielsen, júst hava funnið fram til í teirra bachelorritgerð.


Síðani august mánað í 2008 hava tær báðar lisið lívfrøði á Náttúruvísindadeildin á Setrinum. Útbúgvingin endar við einari bachelorritgerð, har studentarnir sjálvir velja sær eitt vísindaligt evni, sum teir skulu lýsa nærri. Sum granskingarevni hava Beinta Birgitta og Inga kannað, hvussu listeria bakterian spjaðir seg á einum føroyskum laksavirki.

LISTERIOSIS
Listeria monocytogenes er ein sjúkuelvandi bakteria, sum er vanlig í umhvørvinum, men um illa vil til, kann hon elva til sjúkuna listeriosu hjá fólki. Fólk kunnu verða smittað, um tey eta mat, sum er fongdur við bakteriuni Listeria monocytogenes. Sjúkueyðkenni vísir seg vanliga eftir 7-10 døgum, frá tí tú ert smittaður. Sjúkueyðkennini eru vanliga fepur, eymir vøddar og spýggja. Eisini kann sjúklingurin hava bleytan maga, men hetta er tó ikki so vanligt. Um sjúkan breiðir seg til nervalagið, kann hon føra til tað herviligu sjúkuna meningitis.

Tað er tó ikki ofta, at fólk gerast sjúk av mati, sum er fongdur við hesi bakteriuni. Eingin tilburður av listeriosis hevur verið skrásettur í  Føroyum ella Íslandi síðani 1997, men í hinum norðurlondunum eru einir 4-8 tilburðir á hvørjum ári fyri hvørja millión av íbúgvum. Tey, sum verða rakt av sjúkuni, eru ofta fólk, sum eru veik frammanundan; eitt nú  eldri fólk, nýføðingar, barnakonur og fólk við niðursettari imunverju, so sum alkoholikarar og fólk við sukursjúku og HIV. Av teimum, sum fáa sjúkuna, doyggja 20-30%.

HJÁLPA ALIVINNUNI
Virkir, ið framleiða laks, kunnu vera dálkað við hesi bakteriuni, og tí er umráðandi er at vita, hvar í framleiðsluni dálkingin stavar frá. Hóast vandin fyri at gerast sjúkur av mati, sum er fongdur við bakteriuni, er rættuliga lítil, eru tað tó fleiri lond, sum seta fullkomið bann fyri at innflyta mat, sum hevur hesa bakteriuna í sær. Tí hevur føroyska alivinnan stóran áhuga í, at fáa meira at vita um, hvaðani hendan bakterian kann stava frá. Hendan trupulleikan ynsktu Beinta Birgitta Hentze Jensen og Inga Fossdal Nielsen at hjálpa føroysku alivinnuni við.

ENDAMÁLIÐ
Endamálið við verkætlanini var tí at kanna, í hvønn mun bakterian Listeria monocytogenes er at finna á føroyskum laksavirkjum. Um so var, at bakterian varð funnin inni á virkinum, var ætlanin at finna fram til, hvussu bakterian var komin hagar: Var hon førd inn á virkið við sjógvi og laksi, ella var hon kanska inni á virkinum frammanundan?

KANNINGIN
Fyri at fáa greiðu á, um bakterian var í sjónum, vóru prøvar regluliga tiknir av sjónum við alibrúk á trimum ymiskum firðum. Prøvarnir vórðu tiknir í tíðarskeiðinum frá oktober 2010 til mars 2011. Úrslitini vóru eitt sindur ymisk frá staði til stað, men í millum helvtin og tveir triðingar av sjógvprøvunum vóru fongdir við bakteriuni. Royndir vórðu eisini tiknar av sjógvi, har fiskurin varð tikin, og har, sum fiskurin var blóðgaður, men har var bakterian ikki at finna, hvørki áðrenn og heldur ikki, tá laksurin varð tikin. 

Síðani var farið at kanna inni á sjálvum kryvjivirkinum. Áðrenn framleiðslan byrjaði, vórðu 11 sýni tikin inni á virkinum, men tá vóru ongar Listeria monocytogenes bakteriur at finna inni á virkinum. Eftir at framleiðslan var farin í gongd, vóru royndir aftur tiknar inni á virkinum, men nú var øðrvísi. Á fyrstu vitjanini var bakterian at finna í einum av sýnunum, næstu ferð var ongin bakteria at finna, men tá Beinta Birgitta og Inga komu triðju ferð, var aftur eitt av sýnunum fongt við bakteriuni. Tá tær báðar kannaðu laksin, eftir at hann var liðugt viðgjørdur inni á virkinum, vístu úrslitini, at ein av laksunum hevði listeria bakteriuna á sær. Men bakterian var tó bert uttan á skræðuni, tí tá laksurin varð skorin sundur og sýni tikin innan úr flakinum, vóru ongar bakteriur at finna. Bakterian kann tó haldast burtur, um framleiðsluhølini verða væl og virðiliga vaskað og sóttreinsað. Hetta varð gjørt á laksavirkinum, tí hevði bakterian ikki møguleika at koma fyri seg inni á virkinum, og tí var listeria bakterian ikki var nakra trupulleiki fyri framleiðsluna av laksi á hesum virkinum.

HVAÐANI KEMUR HON?
Næsta stigið hjá teimum báðum var síðan at kanna, hvussu bakterian var komin inn á virkið. Var hon komin inn á virkið við laksinum, ella var hon har longu frammanundan? Fyri at fáa greiðu á hesum spurninginum, vórðu bakteriurnar, sum tær funnu á laksinum, samanbornar við eldri bakteriur, sum vóru funnar inni á virkinum tvey ár frammanundan. Hesar samanberingarnar vóru gjørdar við nútímans DNA-kanningum. Kanningarnar vístu, at tað var munur á teimum nýggju og teimum gomlu Listeria monocytogenes bakteriunum. Kanningin hjá teimum báðum vísti eisini, at tær nýggja listeria bakteriurnar, sum vórðu funnar inni á virkinum, vóru meinlíkar við listeriu bakteriurnar á fjørðinum, har laksurin var tikin, men ymiskar frá listeria bakteriunum, sum vórðu funnar á hinum báðum firðunum, har prøvar eisini vórðu tiknir. Niðurstøðan hjá Beintu Birgittu og Ingu var tí, at nýggju bakteriurnar máttu verða komnar inn á virkið frá sjónum uttanífrá.


NIÐURSTØÐAN AV KANNINGINI
Samanumtikið vísa kanningarnar, sum Beinta Birgitta Hentze Jensen og Inga Fossdal Nielsen hava gjørt, at bakterian Listeria monocytogenes var vanlig í sjónum í øllum teimum trimum alibrúkunum, sum vórðu kannaði. Út frá hesum má metast, at bakterian er í sjónum á øllum teimum føroysku aliøkinum. Kanningarnar hjá teimum báðum vísa eisini, at reingeringin á virkinum var í lagi, tí áðrenn framleiðslan byrjaði, var bakterian ikki at finna inni virkinum. Kanningin vísti eisini, at bakteriurnar sum vórðu funnar, tá framleiðslan var farin í gongd, vóru øðrvísi enn tær Listeria monocytogenes  bakteriurnar, sum vóru funnar á virkinum tvey ár frammanundan. Metast má tí, at bakterian kemur inn á virkið, tá laksurin verður tikin úr sjónum og fluttar inn á virkið, men tann dagliga reingerðingin ger, at bakterian ikki kann koma fyri seg inni á virkinum. Bakterian er tó bert at finna uttan á skræðuni á laksinum, men ikki inni í sjálvum flakinum, sum jú er tað, ið fólk eta. Tískil skuldi eingin vandi verið við at eta henda laksin.


SAMSTARV VIÐ HEILSUFRØÐILIGU STARVSSTOVUNA
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. At hjálpa sær, hava Beinta Birgitta og Inga havt Jógvan Páll Fjallsbak, sum er sivilverkfrøðingur og deildarleiðari á mikrobiologisku deild og Debes H. Christiansen, sum er molekylerbiologur og deildarleiðari á patologisku deild á  Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.  Eisini hevur Svein-Ole Mikalsen, sum er professari í molekylerbiologi á Fróðskaparsetrinum verið knýttur at verkætlanini.

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eru tey sera væl nøgd við kanningarnar hjá Beintu Birgittu og Ingu.

Les bachelorritgerðina hjá Beintu Birgittu Hentze Jensen og Ingu Fossdal Nielsen ‘‘Tracking Listeria monocytogenes in a Salmon Processing Plant on the Faroe Islands’ her (pdf-fíla;  1,2KB).