University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Lívfrøðin hjá føroyskum vatnasílum
Eyðfinn Magnussen, Náttúruvísindadeildin
17.06.2011
Náttúruvísindadeildin

Lívfrøðin hjá føroyskum vatnasílum

Lars Larsen Black kundi hósdagin 15. juni kalla seg bachelor í lívfrøði, eftir sína seinastu próvtøku á Fróðskaparsetrinum.


Bachelorverkætlanin hjá Lars er ein vistfrøðilig kanning av vatnasílum í trimum føroyskum vøtnum; Toftavatn, Leitisvatn og Sandsvatni. Higartil eru fáar tílíkar  kanningar gjørdar av føroyskum sílum. I verkætlanini lýsir Lars tað grundleggjandi lívfrøðina hjá sílunum í teimum trimum vøtnunum. Sílini vórðu fingin við gørnum, sum vórðu sett ymisk tíðarskeið á vøtnunum. Fyri hvørt sílið vóru longd og vekt mátað og aldurin var lisin frá nitrunum. Sílini vórðu síðan i kruvd, kynið varð kannað og búningarstigið á sílinum staðfest. Livurin var vigað og magin tikin til neyvari kanningar av, hvat sílini høvdu etið. Eisini varð hugt eftir, hvørjir parasittar vóru í sílunum.

Sílini
Tey størstu sílini vórðu fingin á Sandsvatni. Miðalstøddin á hesum sílunum var 32 cm og vigaðu 307 g. Tey smæstu sílini vóru á Toftavatni, tey vóru í miðal 25 cm til longdar og vigaðu 153 g. Várflugularvur og aðrar flugularvur var tann mesta vanliga føðin hjá sílunum.


Sum flestar verkætlanir inna náttúruvísindi, hevur Lars eisini skrivað  sína bachelorverkætlan á enskum máli. Verkætlanin ber heitið ‘Investigation of brown trout (Salmo trutta) in three Faroese lakes’.

Les uppgávuna her (pdf-fíla; 5,5 KB).



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025