University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroysk mállæra3.png
29.03.2021
Setrið Føroyamálsdeildin

Ljóðlæran hjá Hjalmari útkomin

Nám hevur givið út bókina, "Føroysk mállæra 3. Ljóðlæra" eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Bókin er 96 blaðsíður, og er, sum heitið sigur, um ljóð í føroyskum.

Fyrst verða tey mest grundleggjandi heitini kunnað, og síðani verður farið neyvari ígjøgnum sjálv- og hjáljóð. Eisini er eitt kapittul um herðing og eitt um máltóna.

Fyrr hevur Nám givið út bøkurnar "Føroysk mállæra 1. Kyn, orðmyndan og bending" (243 bls.) og "Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks" (470 bls.).

Hjalmar P. Petersen, høvundur, fekk M.A. Jacobsen virðisløn fyri yrkisbókmentir 2020 fyri tey fyrstu tvey bindini. Í grundgevingini varð m.a. sagt, at bøkurnar "... eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar".

Hjalmar P. Petersen er professari í málvísindum á Føroyamálsdeildini

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya