University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jenis.jpg
14.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Løgfrøðiútbúgvingin javnsett við tær donsku

- Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Danska Løgmálaráðið hevur nú mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.

Hetta merkir, at løgfrøðingar, ið eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, og hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærarar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við siðbundnu donsku útbúgvingini.

Tá føroyska rættargangslógin bleiv broytt í 2019, varð ásett í viðmerkingunum, at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.

Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd. Síðan hevur Løgmálaráðið tikið avgerð um, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal metast javnsett við útbúgvingar á donskum universitetum.

- Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bárður Á Lakjuni Landsstýrismaður Uttan Fyri Gróthúsini 17062026

    Landsstýrismaðurin kunnað seg um Setrið

  2. Læraralesandi Á Nád 2026 SSP

    Læraralesandi á SSP-degi á Hilton

  3. Pætur Mikal Holm

    Pætur Mikal Holm framfluttur til lektara