University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jenis.jpg
14.03.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Løgfrøðiútbúgvingin javnsett við tær donsku

- Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Danska Løgmálaráðið hevur nú mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.

Hetta merkir, at løgfrøðingar, ið eru útbúnir á Fróðskaparsetrinum, og hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærarar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við siðbundnu donsku útbúgvingini.

Tá føroyska rættargangslógin bleiv broytt í 2019, varð ásett í viðmerkingunum, at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.

Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd. Síðan hevur Løgmálaráðið tikið avgerð um, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal metast javnsett við útbúgvingar á donskum universitetum.

- Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hetta fer at hava við sær, at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Seturskrivstovan Í Kava 2 Rannvá Í Króki (1)

    Setrið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

  2. Screenshot 2025 12 18 At 16 51 51 Ársfrágreiðing 2024 Ráðið Fyri Gransking Menning Og Nýskapan By Granskingarráðið Issuu

    Tilmæli: Tættari samstarv millum Setrið og hinar granskingarstovnarnar

  3. Screenshot 2025 11 24 At 10 23 09 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Játtandi svar til 24 umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøði