
Løgmenn kunnaðir um sjóvarfalsorku
Fyrrapartin týsdagin vórðu ráðsformennirnir í Hetlandi, Orknoyggjunum, Hebridunum og løgmaður í Føroyum kunnaðir um kanningarnar av sjóvarfalsorku á fundi hjá SEV.
Í samband við at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur havt vitjan av starvsfeløgunum hjá sær í Hetlandi , Orknoyggjunum og Hebridunum, var fundur á høvuðskrivstovuni hjá SEV. Endamálið var at fáa kunning um, hvørjar grønar útbyggingar SEV hevur framt og hevur ætlanir um at fremja.
Á fundinum greiddi Bárður Á. Niclasen, granskari á Náttúruvísindadeildini, frá kanningunum av sjóvarfalsorku á Landgrunninum, sum Náttúruvísindadeildin hevur framt seinastu árini. Fyri SEV greiddi Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, frá um vatn- og vindorkuútbyggingunum hjá elfelaginum higartil, og hvørjar ætlanir felagið hevur á hesum øki.
Grannaoyggjarnar hjá okkum fyri sunnan eru at meta sum altjóða høvuðsstøð fyri menning av sjóvarfalsorku. Í løtuni verður ymsar sjóvarfalsmyllur royndar í sjónum hjá teimum. Í hesum arbeiðinum hevur granskingarstøðin, European Marine Energy Center, vanliga stytt EMEC sera stóran týdning. EMEC er ein royndarstøð fyri bæði alduorkuverk og sjóvarfalsorkuverk, ið fleiri lond í Evropa eru gingin saman um at menna á Orknoyggjunum.
Meira um vitjanina og fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá SEV (www.sev.fo)
-
22.09.2023 SetriðSetrið á tremur við vitanarsvongum stórum og smáumRættiligur festivalstemningur er í dag á Fróðskaparsetri F...
-
21.09.2023 SetriðKomið øll á Vísindavøku 2023 í SjóvinnuhúsinumÁrsins Vísindavøka verður fríggjadagin 21. september, og skr...
-
21.09.2023 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiKU gjørt podd um met-siteraða grein hjá Magna MohrKøbenhavns Universitet ger eina poddvarpsrøð um tær mest sit...