Louise Meier Carlsen er adjunktur í frálærufrøði í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini
Brynhild Thomsen
23.09.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Louise M. Carlsen verjir sína ph.d.-ritgerð

Fríggjadagin 9. oktober klokkan 12.30 fer Louise Meier Carlsen, adjunktur á Setrinum, at verja sína ph.d.-ritgerð á Institut for Naturfagenes Didaktik á universitetinum í Keypmannahavn

P.hd.-ritgerðin hjá Louise Meier Carlsen eitur "Kanning og menning av vitanini hjá støddfrøðilærarum um nýtsluna av CAS í algebrafrálæruni í skúlunum", og Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.

Louise hevur verið innskrivað á universitetinum í Keypmannahavn og arbeiddi fyrst á Námsvísindadeildini á Setrinum og síðani á Náttúruvísindadeildini.

Carl Winsløw, professari á Institut for Naturfagenes Didaktik hevur verið høvuðsvegleiðari, og Gunnar Restorff, professari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini eru:

Morten Misfeldt, professari, Institut for Naturfagenes Didaktik, Københavns Universitet, formaður.
Berta Barquero, lektari, University of Barcelona.
Hamid Chaachoua, professari, University of Grenoble.

Ritgerðin kann lesast her.