03.10.2013
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Luttøka og íverksetan í útjaðaranum

Luttøka og íverksetan í útjaðaranum – við denti á lokala framleiðslu, list, mentan og ferðavinnu


Økismenning ella bygdamenning avhongur í stóran mun av teimum fólkum, sum búgva á bygd. Hesi mugu kenna seg eggjað til, ella hava áhuga í, at taka lut, antin sum stuðlar ella íverksetarar, skal teirra øki mennast. Men tey mugu eisini, í nógv størri mun enn nú, hava atgongd til nýggja vitan, skipanarligan kunnleika og hugskotsmenning. 

Við hesum sum útgangsstøði fór Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á sumri 2013, saman við Íslendska tænastu og  íverksetara samtakinum: Samtøk Sveitarfelaga, undir verkætlanina: Luttøka og Íverksetan á bygd. 

Málsetningurin við verkætlanini er, at: geva íblástur, upplæra og stuðla íbúgvunum á bygd, at seta í gongd og skipað virksemi, ið kann skapa arbeiðspláss, inntøkur og trivnað. Dentur verður lagdur á evnini: lokal framleiðsla, list, mentan og ferðavinna. Endamálið er menning og tilflyting, í staðin fyri støðuga fráflytingina. Her verður serliga hugsað um javnvágina millum kvinnur og menn, men eisini um aldurssamansetingina, har m.a. møguleikin hjá ungum at koma aftur til sína heimbygd er ein stór avbjóðing.  

Í hesi verkætlanini verður lagt upp til at flyta fakliga vitan úr akademisku umhvørvunum á meginøkinum út á smábygdirnar í útjaðaranum og øvugt, at flyta vitan, sum tey lokalu sita inni við, um lokalt tilfeingi, siðvenju, mentan og søgu, inn í akademisku umhvørvini, og harvið byggja eitt konstruktivt samstarv upp millum økini.  

Samanlagt skal umbýtið av vitan og royndum, skapa gróðrarbotn fyri menning av nýggjum hugskotum og íverksetan í útjaðaranum í Føroyum og Íslandi. Seinni kann hetta virksemi gerast partur av øðrum norðurlendskum netverki. 

Tey økir, sum er vald út at luttaka í Føroyum eru: Fugloy, Svínoy, Húsar, Gjógv og Hestur. Umframt umboð fyri hesi nevndu øki, luttaka eisini fakfólk úr Føroyum og Íslandi, feløg, stovnar o.o. 

Verkætlanin er skipað soleiðis: 

 

1.     partur: at gera eina støðulýsing av luttakandi økjunum

2.     at fara til Íslands í august, á hugskotsrundferð og evnisfund

3.     at skipa bygdafundir við kunning og ítøkiligum hugskotsarbeiði. 

4.     Skriva frágreiðing og orða, hvussu virksemið kemur at halda fram. 

 

Verkætlanin endar í desember 2013. Men lokal hugskot og tiltøk, ið koma burtur úr hesum, skulu halda fram. Arbeitt verður við at tryggja, at tað verður fíggjarligt grundarlag til tess. 

Tað er Nordregio Demografiprogramm, (www.nordregio.se) sum er grunnur undir Norðurlandaráðnum, ið fíggjar verkætlanina, saman við Granskingardepilinum og Samtøk Sveitarinnar í Íslandi. 

 

Hugskot úr Íslandi

Sum tað var lagt upp til í verkætlanini, fór ein bólkur av fólki úr Føroyum avstað til Íslands á hugskotsferð tann 26. – 30. august. Ferðalagið taldi 10, og var samansett av umboðum frá Gjógv, Húsum, Fugloy, Svínoy og Hesti. 

Ferðast var úr bygd í bygd, frá einum góðum hugskoti til tað næsta, til ferðalagið endaði uppi í Sauðárkróki í Útnýrðingsíslandi. 

Við á ferðini vóru, umframt føroysku luttakararnar, eisini íverksetarar og fakfólk úr Íslandi. 

Vitjað varð á fleiri smáum fyritøkum, har sagt var frá hugskotinum, hvussu tað var komið í lag, og hvussu tað var skipað. Umframt vitjanir á virkjum, matstovum og upplivingarstøðum, var eisini ein evnisdagur hildin. Har vóru framløgur og kjak um møguleikar fyri virksemi, ið liggja beint við dyrnar, og hvussu luttøka og samstarv millum lokaløkið og meginøkið og millum grannalond, kann tryggja burðardyggar loysnir.

 

Vitjað var á hesum støðum: 

 

Landnámsetur í Borgarnesi: www.landnam.is 

Kópasetrið í Hvammstanga: www.selasetur.is 

Hlaðan kaffihúsið í Hvammstanga

Bardúsa – lokalt handverk og savn í Hvammstanga

Hólahvarf lodge blandaanglerslodge.com 

Djásn og dúllerí – lokalt handverk og handil í Skagaströnd 

Nes Artists residency: www.neslist.is 

Biopol: www.biopol.is 

Spákonuhof í Skagastrond, savn og upplivingarsetur

Áskaffi, kaffistova í Glaumbæ

Glaumbær, hús bygd úr flag. http://www.thjodminjasafn.is/english/for-visitors/historic-buildings-collection/nr/3431 

Universitetið á Hólum http://www2.holar.is/index.php?option=com_content&view=article&id=431&catid=140&Itemid=184 

Bjórsetur Íslands: https://www.facebook.com/bjorsetur.islands?fref=ts 

 

Endaliga verkstovan og evnisdagurin var hildin í Sauðárkróki