20.03.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Lýsing eftir uppskotum til fyrilestrar

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 24.-25. august 2013.


Granskarar, lesandi og onnur áhugað verða hervið boðin at senda okkum uppskot til fyrilestur, sum tey hava hug at halda. Tað ber eisini til at bjóða fram verkstovu (workshop) við minst trimum luttakarum um okkurt ávíst evni. Sí nærri upplýsingar niðanfyri.

       Fyrilestrarnir skulu vera 30 minuttir, spurningar og umrøða íroknað. 

Ráðstevnan er fleirvísindalig, soleiðis at skilja, at granskarar og lesandi kunnu bjóða sær til at halda fyrilestur um eitt og hvørt evni, sum kann hava áhuga í Føroyum og/ella Íslandi. Samstundis er ætlanin serliga at varpa ljós á 

 film 

og

føroyskt/íslendskt mál úr náms- og undirvísingarfrøðiligum sjónarhorni 

 -tvey týdningarmikil og tíðarbær evnir, sum kunnu lýsast og viðgerast á ymsan hátt hvørt sær men eru harumframt samantvinnað í okkara modernaða veruleika.