University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini (4)
09.05.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin

MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini

Fríggjadagin tann 11. mai klokkan 14.00 hevur Asta Wolles Eiðisgarð MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 16.


Heitið á fyrilestrinum er Lýs máltøku av donskum sum M2 í Føroyum, og met hana saman við M2-máltøku alment.

Fyrilesturin er síðsta stigið fram til at fáa MA-heitið, og Asta Wolles Eiðisgarð hevur skrivað forvitnisliga ritgerð um, nær føroysk børn læra danskt.

Heitið á sjálvari ritgerðini er Tvímæli hjá føroyskum børnum. Ein kvalitativ kanning av førleikanum í donskum hjá nøkrum 6-10 ára gomlum føroyskum børnumHer hevur Asta kannað førleikarnar í donskum hjá 6 ára gomlum børnum og hjá 10 ára gomlum børnum. Tey seinnu hava tamarhald á teimum málsligum førleikunum at tosa, at fata (og at lesa og skriva), meðan tey fyrru, tey 5 ára gomlu, fata danskt, hóast tey ikki tosa tað raðið.

Astusa ritgerð er forvitnislig, og tekur hon upp eitt granskingarevni, sum leingi hevur ligið á láni, t.e. nær føroysk børn byrja at læra danskt. Tey granskingarúrslit, ið Asta Wolles Eiðisgarð leggur fram, kunnu nú setast í ein størri samanhang í sambandi við tvímælisgransking í Føroyum yvirhøvur, og niðurstøður hennara eiga at fáa ávirkan á frálæru- og frálærutilfar í tí føroyska fólkaskúlanum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya