Jógvan í Lon Jacobsen
21.10.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini um málmenning

 Fríggjadagin 25. oktober 2019 fer Helena Kannuberg at halda MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini.

Heitið á fyrilestrinum er:  “Hava børn við filipinskari ella tailendskari mammu og føroyskum pápa eina serliga avbjóðing, tá tað snýr seg um føroyska málmenning?”

Evnið er tikið úr MA-ritgerð hennara, sum er ein kvalitativ kanning av føroyska málinum hjá børnum við filipinskari ella tailendskari mammu og føroyskum pápa.

Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini og byrjar stundisliga kl. 14.00 tann 25. oktober.

Fyrilesturin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.