FØROYAMÁLSDEILDIN
01.11.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

MA-fyrilestur hjá Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttur

Fríggjadagin 2. nov. kl. 14 fer Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir at halda meistarafyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

Fyrilesturin tekur støði í MA-ritgerð hennara við heitinum:

“Lítla mín hvat sigur tú? Purple, flower, blóma, blue” Ein kanning av málinum hjá tvey-fýra ára gomlum føroyskum børnum – við serligum atliti at útlendskum orðum/íkasti.

Ritgerðin snýr seg um máltøku hjá føroyskum børnum við serligum atliti at íkasti úr útlendskum máli. Við ritgerðini lýsir Eyð eitt sera aktuelt og viðkomandi evni, sum hevur  stóran týdning í gerandisdegnum og sum lítið og einki er kannað áður. Í innganginum til ritgerðina lýsir Eyð m.a. støðuna, tá føroysk børn læra seg mál, soleiðis: “Ein heilt nýggj tøknilig verð er opnað fyri føroyskum børnum, ið nú hava fingið atgongd til júst tað sama tilfar sum útlendsk børn. Trupulleikin er, at nærum einki av hesum tilfari er á føroyskum (..)”. Og víðari setir hon spurningin: “Hvørja ávirkan hevur tað, at føroysk børn, ið eru í holt við at læra at tosa, fáa fleiri íkast, t.e. input, úr serliga enskum, tá tey nýta talgilt tilfar, heldur enn úr móðurmálinum?”

Viðgerðin í ritgerðini tekur støði í hesum spurningi, og fyri at lýsa og greina hann hevur Eyð skrivað ritgerð, ið byggir á ástøði innan máltøku hjá børnum, og savnað dátur inn at lýsa støðuna. Hesar dátur hevur Eyð brúkt sum grundarlag í sínum greiningum. Fyrilestraevnið hjá Eyð verður “Viðger týdningin av málsligum íkasti og ávirkan frá talgildum miðlum á máltøku hjá føroyskum børnum”.