28.02.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

MA-prógv í føroyskum

Hósdagin 27. februar helt Hanna Absalonsen almennan fyrilestur við heitinum “Sálmatýðingarnar hjá Victori Danielsen í átrúnaðarligum og tjóðarbyggjandi høpi” á Føroyamálsdeildini.


Evnið í fyrilestrinum hevði støði í MA-ritgerðini hjá Honnu “Føroyskar sálmatýðingar við atliti at týðingum hjá Victori Danielsen”.

Nógv fólk var í Loftsstovuni og lurtaði eftir fyrilestrinum. 

Meistarafyrilesturin, sum er seinasti partur av MA-námi í føroyskum, er vikuarbeiði og telur 2 ects (ársarbeiði er 60 ects). 

Vit ynskja Honnu, sum er granskingarhjálpari á Føroyamálsdeildini, hjartaliga til lukku við MA-próvnum.