University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MA-skeið í retorikki
04.01.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin

MA-skeið í retorikki

Føroyamálsdeildin bjóðar út MA-skeið í retorikki várið 2018


Retorikkur var upprunaliga læran um at halda røður, m.a. politiskar røður. Í dag er retorikkur ein grein í samskiftisvísindum. Heitið á skeiðinum, sum verður boðið út, er: Retorikkur í almennum kjaki. Skeiðið er ein innleiðsla í hugtøk, sum verða brúkt, tá orðaskifti, tekstir og røður skulu greinast retoriskt. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, kjak og venjingar í retoriskari greining.

Undirvísarar verða Charlotte Jørgensen, sum í mong ár hevur verið lektari í retorikki á universitetinum í Keypmannahavn, Eydna Skaale, cand.mag. í retorikki, og Páll Holm Johannesen, cand. mag. og kunningarráðgevi. Byrjað verður í viku 7 í februar, og endað verður um miðjan mai. Skeiðið er sjálvstøðugt gjaldsskeið á MA-stigi og telur 10 ECTS. Fulltíðarlesandi á Fróðskaparsetrinum kunnu eisini melda seg til skeiðið. Upptøkukrav er BA ella samsvarandi.

Les nærri um skeiðið í skeiðlýsing niðanfyri

Føroyamálsdeildin skipaði fyri einum skeiði í politiskum samskifti fyri einum ári síðani, og tey, sum tóku tað skeiðið, kunnu velja at taka hetta skeiðið sum framhald.

Tilmeldingarskjal fæst her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00