13.06.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Magni Mohr valdur í stýrisbólk fyri altjóða ráðstevnusamtak

Á heimsráðstevnu um vísindi og fótbólt í Melbourne í síðstu viku var Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, valdur sum evropeiskt umboð í stýrisbólkin fyri altjóða ráðstevnusamtakið World Congress of Science and Football (WCSF).

Ráðstevnan var á fyrsta sinni hildin á Liverpool John Moores University í 1987 - árið eftir HM-kappingina í Mexico í 1986 - og er síðan hildin fjórða hvørt ár. Fyri nøkrum árum síðan var eisini systurráðstevnan "Science and Soccer" sett á stovn undir WCSF-samtakinum. Ráðstevnurnar eru nógv tær størstu og mest tignarligu vísindaligu fótbóltsráðstevnurnar í heiminum, og varpa tær ljós á nýggjastu granskingina í fótbóltsspælinum. Stórur dentur verður lagdur á samspælið ímillum vísindaliga gransking, praktiska veruleikan í fótbóltsídnaðinum og vinnulívið. Í ár var WCSF-ráðstevnan hildin á níggjunda sinni í Melbourne, Avstralia, har Victoria University var vertur.

Tað var kendi bretski professarin Thomas Reilly, sum á sinni tók stig til fyrstu ráðstevnuna í Liverpool í 1987. Hann sat sum formaður í stýrinum fram til deyða sín í 2009. Magni Mohr og Aron Coutts, professari á University of Technology Sydney, vóru á ráðstevnuni í Melbourne valdir sum nýggir stýrislimir umboðandi ávikavist Evropa og Avstralia komandi átta árini.

Magni Mohr, sum hevur luttikið á øllum WCSF-ráðstevnum síðani 2003, sigur tað vera ein stóran heiður at verða valdur í WCSF-stýrisbólkin og eitt stórt herðaklapp í mun til egna gransking; "WCSF er ein stórur heimsfelagsskapur, og ein slíkur nevndarpostur setur Føroyar, føroyska gransking, ítrótt og fótbólt í munandi sterkari ljósmála á tí altjóða pallinum."

Í 2021 skipar WCSF fyri Science and Soccer-ráðstevnuni, har University of Coimbra í Portugal hevur fingið tillutað vertsleiklutin. Tað eru komin fleiri boð inn frá londum, sum ynskja at vera vertur fyri ráðstevnuna, sum verður í 2023 - hesi fer nýggi stýrisbólkurin at viðgera í næstum.

Nýggi vísindaligi stýrisbólkurin fyri WCSF er nú mannaður soleiðis:

Terry Favero, professari á University of Portland, Portland, USA (vegna Norðuramerika)

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, (vegna Evropa)

Aron Coutts, professari á University of Technology Sydney, Avstralia (vegna Avstralia)

Hiro Nunome, professari á Sport and Biomechanics, Fukuoka University, Fukuoka, Japan (vegna Asia)

Donna O´Connor, professari á University of Sydney, Avstralia (eykalimur)

Martin Littlewood, professari á Liverpool John Moores University, Liverpool, England (eykalimur)