Náttúruvísindadeildin, KS
25.09.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Magnus Heinason sum skúlaskip

Átta lívfrøðilesandi frá Náttúruvísindadeildini luttóku á árligu fjarðakanningini hjá havrannsóknarskipinum Magnus Heinasyni.


Mánadagin 24. august byrjaði heyst lestrarhálvan á Náttúruvísindadeildini. Fyrsti undirvísingardagurin hjá lívfrøðingunum í skeiðinum “Havfrøði” var umborð á havrannsóknarskipinum Magnus Heinason á fjarðakanningunum, sum teir á hvørjum ári gera á Skálafirði, Tangafirði og Kalbaksfirði fyri at kanna, hvussu viðurskiftini eru á hesum trimum gáttarfirðunum. Á túrinum fingu tey lesandi roynt ymsa mátiútgerð, og luttóku í starvstovuviðgerðini, sum varð framd umborð.


Mátingar av sjónum
Hiti, salt, og gróður varð mátaður við einum sonevndum CTD tóli. CTD stendur fyri Conductivity (leiðingsevni), Temperature (hita) og Dýpi. Út frá leiðingsevninum ber til at siga hvat saltinnihaldið er í sjónum. Tólið verður lorað niður gjøgnum sjógvin, og sendir mátingar beinleiðis upp gjøgnum veirin til eina teldu umborð á skipinum.

 

Á CTD-ini eru eisini heftir vatnheintarar, so til ber at taka sjógvsýnir á ávísum dýpum, tá tólið verður hálað uppaftur. Umborð á skipinum verður oxygen-innihaldið mátað í sýnunum beinanvegin. Restin av sýnununum verður tikin við í land, har føðslusøltir og chlorophyl-innihaldið í sjónum verður nærri kannað á starvstovuni á Havstovuni.


Botnkanningar
Eisini botnurin og djóralívið á botninum varð kannað. Dreggja varð eftir botninum, og eisini vóru royndir tiknar av botninum. Hesum partinum av kanningunum tók Havfrøðiliga Royndarstøðin í Kaldbak sær av, meðan Havstovan hevur ábyrgdina av restina kanningunum.



Kalbaksfjørðurin liður í PhD-verkætlan
Sum ein liður í einari PhD-verkætlan, sum skal geva betri vitan um hvat hendir á botninum undir og kring eitt alibrúk, hevur Havstovan í samstarvi við alaranar á Kalbaksfirði gjørt umfatandi mátingar av bæði sjónum og botninum inni á Kalbaksfjørðinum seinastu árini. Á fjarðakanningini í ár vórðu fleiri botnprøvar tiknir upp til neyvari kanningar, umframt at mátingar av sjónum gjørdar á fleiri støðum inn eftir fjørðinum.



Nógv burtúr
Tey lesandi fingu nógv burturúr túrinum, og er tað serliga takkað verði tí stóra beinaseminum hjá manningini á havrannsóknarskipinum og starvsfólkunum frá Havstovuni og Havfrøðiliga Royndarstøðin, ið vóru við á túrinum.  Eina serstaka tøkk senda tey kokkinum. 

 

Í tann mun tað er møguligt, verður innsavnaða dáturnar brúktar í havfrøðiskeiðinum.  Skeiðið er partur av Bachelor útbúgvingunum í   jarð- og havfrøði  og í lívfrøði á  Fróðskaparsetrinum. Í heyst fylgja 8 lívfrøðilesandi skeiðinum, sum endar við skrivligari próvtøku  í vikuni eftir heystfrítíðina.