University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Magnús Snædal, professari, farin
05.12.2017
Føroyamálsdeildin

Magnús Snædal, professari, farin

Magnús Snædal professari í málvísindum við Háskóla Íslands, samstarvsmaður hjá Fróðskaparsetrinum og góður vinur, doyði 3. desember, 65 ára gamal.


Hann var føddur á Akuroyri í 17. apríl 1952 og tók útbúgving sína við Háskóla Íslands, og har hevur hann starvast í mong ár. Gransking hansara fevnir víða, m.a. um íslendskt, føroyskt og yrkorðafrøði, men tey seinastu umleið tjúgu árini hevur hann serliga rannsakað gotiskt. Hann var millum mætastu serfrøðingar í altjóða gransking í samanburðarmálfrøði og gotiskum og leggur eftir seg stórt vísindaligt avrik.
Long grein, sum hann skrivaði um føroysku sjálvljóðaskipanina, stendur í tíðarritinum Íslenskt mál og almenn málfræði 1986. Í aðrari grein, í Máltingi nr. 2 1992, bar hann saman menningina hjá sjálvljóðum og tvíljóðum til íslendskt og føroyskt.

Eitt høvuðverk hansara er A Concordance to Biblical Gothic I. Introduction, Texts; II. Concordance, sum kom út fyrstu ferð í 1998 og í 3. útgávu 2013.
Frá 1984 og í eini tólv ár var Magnús ritstjóri fyri yrkorðasavninum hjá læknafelagi Íslands. Har framdi hann munadygt og væl hepnað starv við at fáa til vega íslendsk orð og heiti á tí ovurstóra yrkismálsliga økinum, sum læknavísindini umboða. Kunnað varð javnan um úrslitini, orðagerð, nýggjyrði og týðingar, í íslendska Læknablaðnum. Hann skrivaði grein um hetta arbeiðið í Nordisk tidsskrift for fagsprog og terminologi nr. 2 1986.

Magnús var í føroyanevndini fyri granskingarsamstarvið millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya frá byrjan 1990 til 2012 og hevur verið á teimum flestu ráðstevnunum hjá samstarvinum, seinast í Reykjavík í fjør summar. Hann og undirritaða vóru ritstjórar á nr. 1-5 og 7 av ráðstevnuritinum Frændafundi, Anfinnur Johansen var medritstjóri hansara á nr. 6.

Magnús var eldhugaður og ágrýtin vísindamaður, munnstillur, trúfastur og góður í ávikum. Saknur verður í honum sum menniskja og samstarvsfelaga.

Heiðrað veri minni hansara.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025