18.01.2012
Føroyamálsdeildin Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Malan Marnersdóttir dekanur á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi á Fróðskaparsetri Føroya

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt av at seta Maluna Marnersdóttir í starv sum dekanur fyri nýskipaðu Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi.


Malan er 59 ár og hevur sera drúgvar og viðkomandi royndir innan hægri útbúgving og gransking. 

Hon hevur útbúgving frá 1980 sum cand. mag., lic. phil. í 1986 og dr. phil í 2000. 

Hon hevur starvast á Setrinum síðan 1983, hon var rektari frá 1998 til 2004 og síðan hevur hon verið professari í bókmentum. 

Hon røkir og hevur røkt nógv álitisstørv innan- og uttanseturs og í fleiri umførum hevur hon verið gestalærari uttanlands. 

Malan tekur við nýggja starvinum 1. mars 2012


Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya