Spennandi samrøða um skaldskap verður seinnapartin í dag (Foto: norden.org)
Brynhild Thomsen
19.05.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Malan spyr Lív og Heidi um yrkingar

Beinleiðis stroyming: Klokkan 17 í dag fer Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, at tosa við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Heidi von Wright um yrkingasøvn teirra, sum eru í uppskoti at fáa norðurlendsku bókmentaheiðurslønina

Leinki til stroymin, sum verður tendraður klokkan 17:00 seinnapartin í dag, er her.

Lív Maria Róadóttir Jæger er tilnevnd at fáa norðurlendsku bókmentaheiðurslønina fyri sítt yrkingasavn, Eg skrivi á vátt pappír, og Heidi von Wright fyri sítt savn, sum eitur Autofiktiva dikt.

Í hesum sambandi fer Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum á Fróðskaparsetrinum, seinnapartin at hava samrøðu við tær báðar um yrkingasøvnini. Samrøðan verður á skandinaviskum.

Lív Maria Róadóttir Jæger fekk í fjør M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkingarnar á váta pappírinum, sum nú skulu vigast á norðurlendsku vágskálini í kappingini um at fáa bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins.

Tá hevði Ingi Rasmussen í Kringvarpinum samrøðu við hana, og undir yvirskriftini, Tá omman verður poesi, segði Lív Maria Róadóttir Jæger m.a.:

- Tað er fantastiskt at skriva. Tað er gevandi, og tað er ein máti at nærkast lívsins spurningum.

Hoyrið samrøðuna í Nón her.

Og minnist til at tendra norðurlendska stroymin klokkan 17 í dag.