27.04.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin
Skriva út

Málførleiki og lesivanar

Nýggj kanning av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki er nú tøk.


Kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum november 2017 - januar 2018 á tilsamans 19 skúlum. Umleið 1300 næmingar svarandi til 75 % av árgangunum svaraðu 26 spurningum. Hesir 19 skúlarnir umboðaðu øll øki í landinum og bæði stórar og minni skúlar. Kynsbýtið var 49 % gentur og 51 % dreingir.

Kanningin er ein støðulýsing av eitt nú, hvussu ofta og hvussu nógv børn í hesum trimum árgangum lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa. Eisini verður spurt uml miðlavanar, hvat tey gera í frítíðini, hvussu nógva tíð tey eru á talgildu miðlunum, hvussu nógvar bøkur tey eiga heima, hvussu ofta tey læna bøkur á bókasavni, hvussu ofta tey brúka ensk orð í samskifti við onnur, hvør hjálpir teimum við skúlatingum, hvussu tey trívast í skúlanum og mangt annað.

Endamálið við kanningini er at fáa at vita, um okkara børn og ung lesa í nóg stóran mun, so gróðrarbotnur er fyri, at teirra málførleiki mennist. Skúlafólk hava í áravís varskógvað, at málførleikin hjá børnum og ungum í skúlaskipanini er viknandi. Vit hoyra nógv uppáhald í almenna rúminum um lesivanar og málførleikar hjá børnum og ungum, men vit hava manglað eina nýggja, skipaða kanning, sum í tølum kann vísa okkum, hvussu støðan er nú og her.

Børn læra sítt ella síni móðurmál gjøgnum samskifti við onnur longu frá móðurlívi. Samskiftið, ið barnið hevur við onnur frá tað er føtt, hevur stóran týdning, og barnið mennist málsliga við at hoyra mál, bæði talu í samskiftinum við onnur og gjøgnum upplestur. Lesing, bæði upplestur og tá barnið sjálvt seinni dugir at lesa, hevur týdning, tí menningin av málførleikanum m.a. er kjølfestur í skriftmálinum, har bæði setningsbygnaður, innihald eru kompleksari, og fleiri abstrakt orð. Fyri at menna orðfeingið soleiðis, at barnið kann ogna sær góðan, ríkan og djúpan málførleika, t.d. orðfeingi krevst, at børn hoyra og síggja orð aftur og aftur, og at torleikastigið í tekstunum, tey lesa, alla tíðina hækkar samsvarandi aldursstiginum og førleikastiginum hjá barninum. Barnið, sum lesur, hevur betri orðfeingi og lættari við at skilja tekst og orða seg, bæði í talu og á skrift. Skriftmál er meira komplekst enn talumál og hevur ríkari orðfeingi; tá børn lesa ella hoyra skrivaðan tekst, kann hetta lyfta teirra egna málførleika á hægri støði – bæði í talu og skrift. Málførleikin hevur týdning fyri, hvussu tað einstaka barnið klárar seg víðari í lívinum, tí málførleikin er ein av hornasteinunum í sosialum sambondum, útbúgving og luttøku í samfelagnum. Tað ber til at bøta um málførleikan ígjøgnum lesing og eisini at betra lesiførleikarnar við at lesa nógv, og tí er tað týdningarmikið at fáa ítøkiliga vitan um lesivanar til vega.

Eitt av úrslitunum er, at hjá teimum flestu børnunum, sum hava tikið lut í kanningini, stendur lesing ikki ovarlaga á skránni; tveir triðingar ella 65,6 prosent av øllum børnunum lesa sjáldan ella ongantíð í frítíðini. Býtt út á teir tríggjar árgangirnar, so lesa 33 prosent av næmingunum í 4. flokki í frítíðini, 30 prosent av næmingunum í 6. flokki og 13 prosent av næmingunum í 9. flokki. Líknandi kanning er gjørd í Danmark á heysti 2017; samanborið við javnaldrarnar í Danmark lesa børn í Føroyum nógv minni, hóast børn í Danmark t.d. brúka líka nógva tíð til talgildu miðlarnar sum føroysk børn. 62 prosent av børnunum í 4. flokki og 42 prosent av børnunum í 6. flokki í Danmark lesa fleiri ferðir um vikuna; tað er í roynd og veru tvífalt so nógv sum í Føroyum.

Ein av spurningunum í kanniningini var hesin:
Hvussu ofta...?
• Brúkar tú ensk orð, tá tú ert saman við  vinum? 
• Brúkar tú ensk orð ella tosar enskt, tá spælir teldu ella tablet? 
• Tosar tú enskt, tá tú ert saman við  tínum vinum?
• Brúkar tú ensk orð, tá tú manglar ella ikki kennir tað føroyska orðið?
 
Her eru børnini spurd, hvussu ofta tey brúka ensk orð í ymsum støðum. 30 % siga, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkunum. 27 % siga seg ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey spæla teldu ella líknandi. 13 % siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum, og telja vit tey við, sum siga, at tey gera tað av og á, er talið 34 %. 28 % brúka ofta ella sera ofta ensk orð, tá ið tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið. Telja vit tey sum svara av og á uppí, so svara oman fyri helvtina av føroysku børnunum, at tey brúka ensk orð, tá tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið.
Greiningar av úrslitunum eru gjørdar fyri, hvussu børnini hava svara spurninginum í mun til kyn, flokk og í mun til  tveir bólkar av børnum: tey sum lesa ávikavist lítið og nógv.

Um hugt verður at teimum, sum siga seg brúka ensk orð ofta ella sera ofta, sæst, at dreingir sum heild brúka fleiri ensk orð; einasta undantakið er, tá ið børnini eru saman við vinfólki, tá siga bæði gentur og dreingir seg brúka enskt líka nógv. Serliga er tað, tá ið dreingir spæla teldu, at teir brúka ensku orðini; hetta talið samsvarar eisini við, at dreingir siga seg spæla munandi meiri teldu enn gentur. Tá ið ensku orðini verða sett saman við flokkunum, sæst ein líðandi øking úr 4. flokki upp til 9. flokk. Tey í 9. flokki siga seg munandi oftari brúka enskt, tí tey ikki duga føroyska orðið í mun til hinar flokkarnar; talið er 45 % í mun til 22 % í 4. flokki. Eisini siga tey seg brúka nógv meiri enskt enn hinir flokkarnir, tá ið tey eru saman við vinfólki; har er talið 47 % móti 22 % í 6. flokki. Um hugt verður at ensku málnýtsluni og lesing, sæst, at tey børnini, sum lesa nógv, ikki brúka ensku orðini líka nógv, sum tey, sum ikki lesa. Av teimum, sum lesa nógv, siga 19 % seg brúka ensk orð, tá ið tey ikki kenna føroyska orðið, meðan talið á teimum, sum ikki lesa, er 32 %. Tey, sum ikki lesa, tosa eisini meiri enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum sínum; 13 % móti 9 % á teimum, sum lesa nógv.

Aðra staðni í kanningini sæst, at børnini lesa mest á føroyskum, men enska málið liggur nummar tvey, og ikki danskt, umframt at tað sæst at tey brúka nógva tíð á miðlum, har enskt er ráðandi, so enskt kann sigast at standa fyri einum parti av málsliga íkastinum, tey fáa dagliga.
Eisini eru greiningar gjørdar í mun til heilar skúlaflokkar, har eyðkenni eru tikin fram fyri ávikavist teir 10 flokkarnar, sum liggja niðast í mun til lesitíttleika og hugburð, og teir 10 flokkarnar, sum liggja ovast í kanningini.
 
Í teimum greiningunum sæst, at 22 % av teimum í botn 10 flokkunum brúka ofta ensk orð, tí tey mangla ella ikki kenna føroyska orðið, meðan hetta talið er 11 % fyri tey í topp 10.

Tær, ið hava tikið stig til kanningina, eru Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, Sissal M. Rasmussen, ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini, og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greiningarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna inn dátu og greinað úrslitini.
Meiri fæst at vita um kanningina á www.malmenning.fo