Skriva út

Málið á Setrinum

Í seinastuni hevur kjak verið í fjølmiðlunum um føroyskt skal vera fyrsta málið í undirvísingini á Fróðskaparsetrinum ella ikki. Hetta bleiv kjakast um í Mentanartíðindinum fríggjakvøldið tann 28. mars.


Knud Simonsen lektari á Náttúruvísindadeildini, segði at føroyskt ikki kann vera fyrsta málið á Setrinum, tí samskiftið við umheimin er enskt, og vit byrgja okkum inni her í Føroyum, um vit ikki góðtaka enskt sum undirvísingar- og granskingarmál. Hygg eftir innslagnum í mentanartíðindinum tann 28. mars  her .

Í samband við orðaskiftið um málið á Fróðskaparsetri Føroya royna fjølmiðlarnir at fáa eina ósemju í lag, sum kanska ikki er til, men tað skal beinanvegin vera sagt, at okkara støða er greið hesum viðvíkjandi:

Vit meina, at Fróðskaparsetur Føroya røkir og mennir føroyskt sum vísindamál, men vit halda tað er skeivt at gera eina nýggja lóg, sum krevur at granskingar- og undirvísingarmálið á Fróðskaparsetri Føroya er føroyskt burturav, tí hetta kann útihýsa okkum frá altjóða universitetsumhvørvinum. 

Føroyskt er høvuðsundirvísingarmálið. Men tá latið verður upp fyri, at útlendingar kunnu taka útbúgvingar ella partar av útbúgvingum her, verður neyðugt viðhvørt at undirvísa á enskum ella ørðum norðurlendskum máli. Einasta krav til útlendskar lærarar er, at teir tosa eitt mál, sum studentarnir skilja. Annars ber illa til at fáa lærarar, ið hava tær neyðugu fakligu førleikarnar. Í framtíðini verður hetta enn meira átrokandi, um Fróðskaparsetur Føroya fær fleiri útbúgvingar og lesandi enn nú. 

Fróðskaparsetur Føroya átti at havt eitt skipað tilboð til teir útlendsku lærararnar og studentarnar, so tey kundu lært føroyskt. Hetta kann ikki vera eitt lógarfest krav, uttan tá talan er um studentar, sum ætla at taka nám í føroyskum. Tí námini í føroyskum hava serstøðu sum nám í móðurmálinum, har kravt verður, at studenturin hevur føroyskt sum móðurmál ella førleika, ið er samsvarandi tí.

Í galdandi kunngerð stendur, at próvtøkumálið á Fróðskaparsetrinum er føroyskt. Men við próvtøkur, sum ikki hava til endamáls at prógva kunnleika um føroyskt mál, kann verða vikið frá hesi áseting. Vit halda at kunngerðin er skilagóð, tí hon heldur fast í tann føroyska samleikan, samstundis sum hon letur upp fyri heiminum, við tað at annað mál kann verða nýtt. 

Sum nú er, eru allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetri Føroya skipaðar eftir altjóða fyrimynd. Studentarnir fara til próvs á føroyskum og øðrum málum, teir kunnu skriva uppgávur á norðurlendskum málum og á enskum eins og gjørt verður á universitetunum í hinum Norðurlondum. Viðvíkjandi útgávum av granskingarúrslitum, skriva granskararnir stundum á føroyskum, stundum á enskum, týskum ella norðurlendskum máli, aloftast donskum alt eftir hvar greinir og bøkur verða givnar út.