Jógvan í Lon Jacobsen
13.12.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Málmaðurin í útvarpinum 2 veturin 2009-2010 útkomin

Málmaðurin í útvarpinum 2 er nú komin. Undirheitið er hesaferð "Og so nakrar dómaraavgerðir." Høvundur er Jógvan í Lon Jacobsen, og útgevari er forlagið Sprotin.


Málmaðurin í útvarpinum 2 er nú komin. Undirheitið er hesaferð “og so nakrar dómaraavgerðir.” Høvundur er Jógvan í Lon Jacobsen, og útgevari er forlagið Sprotin. Sum heitið sipar til, so er henda bókin nummar tvey í røðini. 1’arin kom í fjør.

Høvuðsinnihaldið í hesi bókini eru tey málprátini, sum vóru í útvarpinum frá heystinum 2009 til várið 2010. Umframt hetta er ein inngangur um tað, sum ikki varð spurt um í útvarpinum, og í endanum á bókini er ein partur um hugburð til og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum. Hesin parturin er tikin úr doktararitgerðini “Álvaratos, who cares. Ein samfelagsmálvísindalig kanning av hugburði til og nýtslu av tøkuorðum og nýggjum orðum í føroyskum,” sum verður greidd til prentingar nú. 

Veturin 2009-2010 var høvundurin hvønn mánamorgun við í morgunsendingini Góðan morgun, Føroyar hjá Kringvarpi Føroya og svaraði spurningum frá lurtarum um føroyskt mál. Hetta var annar veturin, har ið málmaðurin var á skránni í morgunsendingini. Sendingarnar frá vetrinum 2008-2009 eru útgivnar í bókini Málmaðurin í útvarpinum I við undirheitinum og so nøkur innkøst (Sprotin 2010).  Og nú kemur so 2’arin í hesi røðini. Uppsetingin er tann sama sum í 1’aranum. Fyrst standa stubbarnar og aftaná standa viðmerkingar. Og eins og í fyrru bókini eru hesar viðmerkingar neyvari og perspektiverandi útgreiningar, sum ikki var tíð til í útvarpinum. Nakrar málsligar tillagingar eru gjørdar, soleiðis at teksturin hongur betur saman. Og eins og í 1’aranum eru spurningar frá útvarpsvertunum ikki tiknir við í bókina. Hinvegin eru nakrar endurtøkur í bókini. Tær eru ikki lúkaðar burtur. Og tað er við vilja, tí at stubbarnir skulu geva lesaranum eina kenslu av, at soleiðis varð sagt í útvarpinum. T.d. verður fyribrigdið grannaandstøða umrødd nógvastaðni.


Bókin er ikki løgd til rættis sum verulig lærubók, men hon viðger nógv av tí, sum næmingar á miðnámsskúlum og Læraraskúlanum og studentar, sum lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum, kunnu fáa gagn av, tá ið ræður um samfelagsmálvísindi, málrøkt, málpolitikk o.s.fr. Bøkurnar geva eisini eina mynd av, hvat tað er, sum tann vanligi føroyingurin hevur áhuga fyri, tá ið ræður um mál. Tí tá ið fólk av sínum eintingum senda spurningar inn til sendingina, so snúgva teir seg um málslig viðurskifti, sum lurtararnir halda hava týdning. Við øðrum orðum geva hesir spurningar okkum innlit í tann føroyska máldiskursin: Hvat verður tematiserað og hvussu?  Tað, sum spurt verður um, er fyrst og fremst orð og orðingar. Fáir spurningar viðgera støðuna hjá føroyskum í tí føroyska málsamfelagnum. 

Íbúð, búseting og bústaður
Vit kunnu taka eitt dømi um ein spurning. Lat okkum bara taka spurningin um, hví íbúð hevur ð, meðan búseting og bústaður ikki hava ð. Spurningurin ljóðaði soleiðis:
  

Er nøkur skilagóð orsøk til at stava íbúð við ð? Búseting og bústaður hava ikki ð. Haldi ikki, at tað er rætt at nýta ð óneyðugt.

Hetta er tað, sum vit plaga at kalla ein góðan spurning, og tá meina vit í grundini, at hann er ringur at svara. Eg eri samdur við spyrjaran í tí, at vit ikki skulu brúka ð óneyðugt. Men her heldur semjan okkara millum uppat. Tað stutta svarið er: Ja, tað er ein skilagóð orsøk til at stava íbúð við ð, tí at soleiðis kenna vit orðið, og soleiðis er orðið í samsvari við ta norrønu fyrimyndina og alla málsøguna annars. Men spurningurin er sera áhugaverdur, tí bæði íbúð (sum altso stavast við ð) og búseting (sum ikki hevur ð) ganga aftur til somu rót, nevniliga búa (tað, sum svarar til føroyskt búgva). Og tað ger spurningin truplan at svara í stuttum. Men eg skal royna.

Tað er soleiðis at ð í búð er elligamalt. Vit síggja tað aftur í svenskum og donskum bod, nýnorskum bud og í lágtýskum Bode. Nú kunnu vit fyrst taka tey orðini, sum ikki hava ð (altso búseting, bústaður). Grundin til at búseting og bústaður og búfuglur o.s.fr. ikki hava ð er, at tey byggja beinleiðis á sagnorðið búa, sum  svarar til okkara búgva. Hinvegin byggir búð (við ð) eisini á sagnorðið búa, men hevur harafturat fingið eitt ð skoytt upp í endan. Og tað er hetta ð’ið, ið lurtarin hevur hug at físa eftir. Hetta ð’ið í búð er elligamalt, og tá vit siga, at okkurt er elligamalt í málsligum samanhangi, kann tað vera eini túsund ár ella eldri. Hetta ð’ið vit síggja í íbúð stavar heilt frá germanskari tíð og hevur eini túsund ár á baki. So kann onkur siga: So er tíð at fáa tað dagført, meðan onkur annar hevur hug at falda sínar hendur í undran.

Tað er soleiðis, at tá ið navnorð vórðu gjørd burtur úr øðrum orðum (t.d. sagnorðum), fingu tey ofta eitt ljóð skoytt upp í endan, sum svarar til okkara ð ella d. Soleiðis hava vit fingið orð sum t.d. bygd av at byggjadygd av dyggurgerð (við ð) av sagnorðinum at geravídd av lýsingarorðinum víður  o.s.fr. Búð (við ð) merkir hús av onkrum slag: sølubúð, íbúð, krambúð, bókabúð, kjøtbúð, klædnabúð, skóbúð. Tá ið hesi orð verða sett saman øðrum orðum, verða tey bend í hvørsfalli, t.d. krambúðargenta, íbúðarhús o.s.fr. Tá ið vit hinvegin hava orð sum t.d. búseting og bústaður (altso uttan ð), so hava vit rótina í orðinum búgva, sum er . Og tá ið hesi orðini (uttan ð) verða sett saman til onnur orð, fáa tey ikki hesa hvørsfalsendingina. Og tá fáa vit orð sum búskapur, búfólk, búnytta, búreisingar o.s.fr.
So samanumtikið kunnu vit siga, at tað er skil í at stava íbúð við ð og búseting uttan ð. Men vit kunnu nýta hetta, sum eg nevndi sum eina tummilfingurreglu, tá vit ivast í stavsetingini: Tá búð endar við –ar ella -a, skal tað hava ð (t.d. íbúðabygging), men tá ið vit hava stovnssamansetingar (sum t.d. búseting, búskapur, búfuglur), skal tað ikki hava ð.  

Viðm.
Tað er ein innari logikkur ella samanhangur millum orðini íbúð øðrumegin og búseting og bústaður hinumegin. Og tað er henda logikkin vit, sum halda fast um ta siðbundnu hammershaimbsku stavsetingina, royna at vísa á. Men eg skilji væl, um fólk eru ósamd, tí hesin logikkur – um vit kalla hetta fyribrigidið so – byggir á eina hugsjón. Og hugsjónir kunnu vit jú altíð kjakast um. Hugsjónir hava helst ongan sannleika. Hugsjónin, sum her er til umrøðu, er at tað verður hildið at vera rætt at hava eina stavseting, ið knýtir føroyskt aftur í fornmálið (norrønt). Og grundgevingin fyri teirri støðuni eru nøkur virði, sum vóru mett at hava stóran týdning, tá ið stavsetingin varð gjørd, t.e. í tjóðskapartíðini og tjóðskaparromantikkinum. Eg fari ikki at viðgera alla søguna her, men bara nevna, at ein av grundgevingunum var tað norðurlendska atlitið: At vísa at føroyskt var eitt av teimum vesturnorrønu málunum. Eitt annað atlit var, at aðrir norðurlendingar tá lættari kundu lesa føroyskt og síggja skyldskapin við onnur norðurlendsk mál. Og tað reint fagurfrøðiliga hevur eisini talt við á ja-síðuni, kann eg hugsa mær. 

Nú skal eg venda aftur til tað, sum eg omanfyri kallaði fyri logikk. Her skal logikkur ikki skiljast í heimspekiligari merking, men sum eitt fyribrigdi, ið litar alt orðaskiftið um føroyskt mál, næstan sum eitt slag av eksistentiellari grundtreyt, sjálvur grundvøllurin. Í orðaskiftinum grundgeva vit við at vísa til norrønt. Í roynd og veru krevur tað eina frágreiðing. Hví gera vit tað? Hvat er tað, sum rættvísger, at vit kunna basa mótstøðumanninum í orðaskiftinum bara við at vísa til, at soleiðis var tað í norrønum. Orsaka samanburðin, men tað minnir ikki sørt um tey, ið grundgeva við at vísa til bíbliuna: Tann æviga sannleikan. Ein slík grundgeving ger í roynd og veru enda á orðaskiftinum, tí kjak skal einki vera um, at bíblian er Guðs orð, halda tey, ið grundgeva við henni. Og soleiðis kunnu vit enda orðaskiftið her. Tá ið føroyingar skifta orð um mál og málnýtslu, eru summi fyribrigdi ikki til umrøðu! Tað at ein eldri formur av einum orði er betri enn ein yngri og at eitt nýgjørt føroyskt orð er betri enn eitt tøkuorð er í tí almenna norminum ein partur av doxa, tí tað hevur verið lagt niður í okkum frá barnsbeini, at soleiðis skal tað vera. Tað verður ikki sett spurnartekin við hetta. Hetta er sjálvur grundvøllurin, hetta er tað “natúrliga”, sum verður uppfatað sum “common sense”. Nakað á sama hátt er tað við okkara stavseting: Grundgevingin fyri at íbúð hevur ð og búseting einki ð, er, at soleiðis var støðan í norrønum, og í norrønum var ein innari samanhangur millum orð, sum vóru skyld. Ein slíkur innari samanhangur var t.d. í orðagerð. Summi navnorð, sum vóru avleidd av sagnorðum ella øðrum orðum, kundu fáa eitt sonevnt dentaleftirfesti skoytt upp í endan (hetta dentaleftirfestið sæst í nýføroyskum antin sum ð ella d). Dømi um eitt slíkt orð er íbúð (rótin í búa+dentaleftirfesti).  Tá ið vit hinvegin hava búseting (uttan dentaleftirfesti) er tað tann nakni navnorðaformurin bú

Til tess at avdúka tann innara samanhangin ella logikkin skal málsøguligt innlit til í ólukkumát. Men tað er tó ikki neyðugt, at allir føroyingar gerast málsøgufrøðingar fyri at kunna læra seg at skriva føroyskt. Tað er í størri mun ein spurningur um vana. Tá ið vit eru von at síggja ein form stavaðan á ein ávísan hátt, venja vit okkum við hann, og so læra vit okkum hann, og sum frá líður duga vit hann at enda.