18.12.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Málmyrkur og heimspeki

Hetta er ein partur – fyrri, miðjan ella framhald – av ummæli, ið er bílagt til mentanarblaðið hjá Sosialinum og sum verður prentað í desemberblaðnum.


Nýggja skaldsøgan eftir Carl Jóhan Jensen eitur Eg síggi teg betur í myrkri. Heitið er úr eini yrking eftir amerikanska yrkjaran Emily Dickinson (1830-86), sum stendur hegnisliga týdd í bókini. Carl Jóhan hevur eisini áður víst á yrkingar hennara. Hetta at síggja betur í myrkri sipar til, at tað er neyðugt at halda seg burtur frá, at fáa sær eina vissa frástøðu til tað, ein vil lýsa og greina. Tað er tí væntandi at hetta sæst aftur í bókini.

Fráleiki
Heimspeki hevur virknan leiklut í bókini. Benedikt er rithøvundur, lutvíst eftir fyrimynd í íslendska skaldinum Einar Benediktssyni, og hevur týska filosoffin Arthur Schopenhauer sum listaligan-andligan leiðbeinara. Schopenhauer er samstundis – hóast ikki uttan ironi – ein heimspekiligur lykil til bókina. Ein bók eftir hann er Die Welt als Wille und Vorstellung (1819), og sipað verður ofta til hetta, at "verðin er hugmynd ... einki annað enn hugmynd". Nakað av tí fjarstøðuskapandi býr í setninginum.
     Høvundurin smæðist heldur ikki fyri at koma fram í tekstinum og tala beinleiðis við lesaran. Sigur, at lesarin má lesa um "fyribrigdini sum higartil eru framkomin í søguni og vit loyva okkum at halda, at tygum munnu fata (eins og Schopenhauer segði) upp á tey kor, sum reglan um nøktandi atvold bjóðar." Lesarin má tískil bretta upp um armar og koma við sínum íkasti. Ella lata vera, kunnu vit leggja afturat.
     Søgugongdin sjálv er rættiliga fjarstøðulig. Høvuðspersónurin Benedikt Einarsson er íslendskur yrkjari, sum droymir um at fáa eitt silvurbergnám at reka og sóknast eftir íleggjarum.

Orðfeingið
Viðhvørt er ilt at gera av, um orð eru føroysk ella íslendsk.
     Benedikt hevur havt stórar ætlanir um eina vinnu við evni, ið kallast silvurberg. Tað finst ikki á føroyskum, men vísir seg at vera íslendskt "silfurberg". Tað er eitt serligt kalsitt (kalsium karbonat), eitt slag av krystalliseraðum kálksteini. Tað er ógvuliga sjáldsamt, men væl er til av tí í Íslandi. Silvurberg varð nýtt í optiska ídnaðinum, tí ljós brýtst á serligan hátt í tí. Tá Benedikt verður boðsendur  til Berlin, heldur hann tað vera um ta silvurbergsvinnu, sum hann droymir um at seta í verk.
     Annars er orðfeingið í Eg síggi teg betur í myrkri føroyskt – tey fronsku, týsku og latínsku orðini og setningarnir undantikin sjálvandi.

Høvuðsgongdin fer fram 1939 við nógvum afturlitum til barnaár, fyrra heimskríggj og soleiðis koma nógvir søgupersónar eisini við. Allir uttan Benedikt eru vist púra íspunnir. Einki fer fram í Føroyum, men Benedikt er á veg til Føroya í ørindum fyri nazistar í Berlin, sum hava stórar ætlanir við Føroyum. Líkasum í Ó-, søgur um djevulskap verður eitt morð framt í hesi bókini, annars eru tær rættiliga ólíkar.

Fláir og spor
Umframt rættiliga fløkta og reikandi søgugongd skiftir teksturin millum tvær høvuðsfláir. Onnur er henda søgan hjá Benedikti. Hin fláin er sjey kapitlar, ið kallast Innskot, sum snúgva seg um bókina og skrivingina. Her er ein annar diskursur – ein annar máti at siga frá. Nakað sum noturnar í Ó-, søgum, men hvørki líka víðgongt ella argandi-spælandi sum tær. Í innskotunum verða heimspekingar og rithøvundar tiknir fram sum grundgevingar fyri samansetingina og bókaheitinum.
    Umframt hesar báðar høvuðsfláirnar eru í minsta lagi fimm spor ella evniskringar, ið leiðarmotiv. Har er eitt dreymaspor, eitt tíðarlýsandi spor. Har er eitt bíbliuspor, eitt heimspekispor og sum vera man er eitt málspor og eitt rithøvundaspor. Sporini ganga tvørtur um fláirnar, men heimspekisporið og hugleiðingar um mál eru mest at síggja í Innskotunum og taka lut í sjálvsútleggingini hjá skaldsøguni.

Málmyrkur
Eingin bók eftir Carl Jóhan uttan hugleiðingar um mál og mál sum endamál. Og málfatanin er enn ein lykil, ið aftur hevur samband við Emily Dickinson-yrkingina:

Málið má síggja, og tað ger tað best í myrkri, og myrkri[ð] er í hesum samanhanginum tað ósagda í søguni.

Bókin greiðir frá, at hon kundi verið øðrvísi, eitt nú skapa “lesaranum eina kenslu av nærindisskyni, eitt eg-kenni-meg-aftur-innlit”, men tað skal Eg síggi teg... ikki vera. Lesarin skal ikki identifisera seg við søgupersónarnar, sum er eitt av høvuðseyðkennunum hjá sálarlýsandi-realistiskum skaldsøgum um amerikanskar miðborgaraligar konur, sum speirekandi verða nevndar sum mótdømi. Tað eydnast til lítar, fløkt er tað, og eg eri ikki sannførd um, at tað fær lesarar flest at kenna seg serliga virdar, sum Carl Jóhan Jensen hevur lagt eina við í sambandi við útgávuna.
    Umframt Emily Dickinson og Schopenhauer eru millumtekstir í Eg síggi teg... í Nietzsche-heimspeki, leikurin Peer Gynt eftir Henrik Ibsen, sum Benedikt hevur roynt at týtt, og "Maðurin við ongum eginleikum", Der Mann ohne Eigenschaften eftir Robert Musil. Loytnanturin von Bleichenroden í søguni "Samvetskval" eftir August Strindberg (sum ikki er sloppin við í navnayvirlitið) er ein, sum býtir seg sundur í tveir persónar líkasum søgupersónar bæði í Eg síggi teg betur í myrkri og serliga í Ó-, søgum um djevulskap.
Í uppritsbók sína Benedikt skrivar tað gátufulla Rimbaud-sitatið "Je est un autre", Eg er [sic!] ein annar. Sitatið reisir spurningin um sjálvleika – eitt nú at tað eg, ið talar í skaldskapi, er ikki tað eg, sum skrivar hann. Í Eg síggi teg betur í myrkri verður sitatið brúkt til at lova frásagnarrøddini framat at leggja hesi orðini út og knýta tey saman við skaldsøguskrivinga.
     Soleiðis tekur bókin fram evni fyri evni, greinar og tulkar tey og bindur tey saman í einum sonnum tour de force. Afturat tí og teimum, sum bókin sipar til, kemur alt tað, sum annars blandar seg í lesturin, eitt nú skaldsøgur eftir Umberto Eco, Sofi Oksanen og K. O. Viderø kanska eisini Murakami.

Bókin er (sum) lesarin
"Tú lesur ikki eina bók eins og bókin er, men bókina sum tú sjálvur ert" stendur í fyrsta Innskotinum og "sigst" vera okkurt bronglað úr Talmud, skriftin, ið tulkar jødisku bíbliuna Torah. Standandi fyrst í kapitlinum um bókina sjálva, er tað sum setningurin avnoktar tolkingarnar ella frágreiðingarnar, sum høvundurin síðani leggur fram í hesum og øðrum Innskotum.
     Setningurin kundi eisini verið úr bókmentafrøðigreinini, ið kallast reader-respons theory. Hon hevur meira fyrilit fyri fortreytum og ynskjum lesarans enn at ætlan høvundsins. Hetta ástøðið vil m.a. vera við, at lesarar ofta lesa og tolka skaldsøgurnar inn í sína egnu lívsverð. Tað er sum sagt ikki ætlanin við Eg síggi teg... . Kanska skal setningurin kortini lesast sum ein mynd. Ikki av lesarunum, sum keypa bókina, men av høvundinum, sum er tann, ið fyrst lesur hana.