University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess eru granskarar á Máltøknideplinum á Føroyamálsdeildini. Tær drógu størsta hálið, nú Nordforsk hevur játtað granskingarstuðul

03.12.2025
Setrið

Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

Føroyskir granskarar hava fingið tilsamans tríggjar milliónir krónur í stuðli frá NordForsk til tríggjar ymiskar granskingar- og samstarvsverkætlanir

Størsta játtanin er til Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Barbara Scalvini og Iben Nyholm Debess, sum eru granskarar á Máltøknideplinum, fáa umleið 2,2 milliónir krónur til eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.

Verkætlanin, sum verður undir leiðslu av Keypmannahavnar Universiteti, eitur "Culture-Sensitive Assessment and Adjustment of Large Language Models – Adaptation to the Nordic-Baltic Societies".

Lesið meira um verkætlanina her.

Granskarar á tveimum føroyskum granskingarstovnum hava harumframt fingið tilsamans 796.000 krónur til at luttaka í eini verkætlan um norðurlendskt granskingarinfrakervi, sum er stýrd av tveimum universitetum í Noregi.

Jóhannus Kristmundsson, sum er adjunktur á Náttúruvísindadeildini, og Regin Fjallsbak, KT-leiðari á Fróðskaparsetri Føroya, hava fingið slakar 500.000 krónur. Og Noomi Gregersen, ph.d. og leiðari í Heilsustýrinum, hevur saman við fimm øðrum starvsfólkum fingið umleið 300.000 krónur.

Verkætlanin, sum Fróðskaparsetrið er við í, eitur "Nordic-Baltic Dataverse Hub". Her eru 17 luttakarar frá seks stovnum úr seks londum við.

Verkætlanin, sum Heilsustýrið er við í, eitur "The Nordic Biobank Network". Her eru 35 luttakarar frá 13 stovnum úr seks londum við.

Fleiri umsóknir verða játtaðar

Granskingarráðið skrivar, at NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, hevur játtað munandi fleiri umsóknir úr Føroyum, síðani Føroyar blivu limur í NordForsk fyri skjótt trimum árum síðani.

Arne Flåøyen, sum er stjóri í NordForsk, hevur júst verið í Føroyum fyri at kunna um arbeiðið í NordForsk. Hann heldur, at limaskapurin hevur gjørt Føroyar meira sjónligar.

- Tað hevur gjørt stóran mun, at Føroyar nú eru fullgildur limur. Granskarar aðrastaðni síggja Føroyar betur, og føroyingar verða bodnir við í partaløg nógv fyrr í tilgongdini enn áður, sigur hann við Granskingarráðið.

Útboðini hjá NordForsk snúgva seg ofta um evni, sum eru viðkomandi á okkara leiðum, og sum føroyskir granskarar arbeiða við. Seinasta árið hava granskarar á Fróðskaparsetri Føroya og Havstovuni fingið stórar upphæddir til luttøku í granskingarverkætlanum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum

  3. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Zoom-tiltak: Góð ráð um próvtøkuótta