University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Málvísindi
07.12.2010

Málvísindi

Endurskoðað útgáva av bókini Málvísindi 1 er komin út. Bókin er ætlað Føroya læraraskúla, hugvísindadeild Fróðskaparsetursins og miðnámsskúlunum.



Hvat eru málvísindi?
Hvat eru samfelagsmálvísindi?

Hesir báðir spurningar seta skjøtul á hesa bókina, sum lýsir nøkur málsvísindalig meginhugtøk. Bókin er annars savn við greinum og kanningarúrslitum, ið viðgera stórar føroyskar málspurningar.

Hvønn hugburð hava vit til ensk lánorð? føroysk nýggjyrði? kjatt- og sms-mál? málrøkt og purismu? almennan málpolitikk? Er føroyskt mál farið at vikna? Verður føroyskt mál nóg væl røkt? og mangt, mangt annað forvitnisligt.

Staðið fyri útgávuni hava Jógvan í Lon Jacobsen og Jonhard Mikkelsen.

Forlagið Sprotin gevur út.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast