University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 01 21 At 16 04 31 Fróðskaparrit 2024 70 Nr 2 Human Rights 4.Pdf
04.02.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Mannarættindi: Frá teksti til læru

Greining av ítøkiligum rættarmálum er merkt av lítlari áherðslu á skilnaðin millum tulking og konstruktión í okkara rættartraditión. M.a. hetta stendur í vísindarligari grein hjá Kristiani Joensen og Jóhan Lamhauge, námslektarum í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

Í politiskum orðaskiftum verður javnan ført fram, at eitt ávíst politiskt uppskot má verða sett í gildi, tí at mannarættindi krevja tað. 

Men hvat merkir tað? 

Í flestu førum geva vit okkum ikki far um, at eingin sentralur myndugleiki er at tulka mannarættindaskjøl, tí tulkingarmyndugleikin er spjaddur millum allar sáttmálapartarnar sambært meginregluni um javnstøðu millum luttakandi statirnar. Frávikið frá hesum er, um partarnir, sum í førinum við evropeiska mannarættindasáttmálanum, hava samtykt at geva einum dómstóli heimild at døma í ósemjum millum borgarar og statin sum sáttmálapart. 

Í øllum førum má ein lógartekstur greinast neyvari fyri at avgera, um møguligt politiskt uppskot er í samsvari við "mannarættindi" ella ikki. Spurningurin verður síðani, hvussu ítøkilig mál verða avgjørd undir hesum tekstum? 

Hendan tilgongdin við at fara frá autoritativum lógartekstum til praksis kann býtast í tvey stig: tulking og konstruktión. Tulking er ein tilgongd, sum avdúkar málsliga ella semantiska týdningin av einum lógarteksti, meðan konstruktión er tilgongdin, sum avdúkar løgfrøðiliga týdningin ella avleiðingina av einum teksti. Konstruktión er tí alneyðug fyri at greiða frá tilgongdini har farið verður frá einum autoritativum teksti til eina rættarliga avgerð. 

Tíverri verður lítil áherðsla løgd á skilnaðin millum tulking og konstruktión í okkara rættartraditión. Greining av ítøkiligum rættarmálum er í ov stóran mun merkt av hesum. Greinin hjá Kristiani Joensen og Jóhan Lamhauge, sum er í serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi, lýsir týdningarmestu partarnar í hesum skilnaðinum, har feska føroyska rættarmálið Føroya Reiðarafelag móti Fiskimálaráðnum verður nýtt sum dømi.

Lesið greinina her.

Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið

  2. Elisabeth Holm SSS 2.jpg

    Anna-Elisabeth Holm í uppskoti at fáa BAAL Book Prize

  3. Screenshot 2025 06 04 At 15 23 17 Hátíðarløta Fyri Universitetssjúkrahúsinum Heilsumálaráðið

    Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum