University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 01 21 At 16 04 31 Fróðskaparrit 2024 70 Nr 2 Human Rights 4.Pdf
21.01.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Mannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingar

Viðmerking: Mannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingar. Hetta er heitið á nýggjari grein, sum Jógvan D. Hansen, námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur latið út hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum

Hugsanin um, at menniskjað hevur nøkur grundleggjandi rættindi, gongur langt aftur í heimspekisøguna. Men grundgevingarnar fyri hesum rættindum hava verið rættiliga ymiskar. Spurningur hevur eisini verið settur við, um hesi rættindi eru íborin ella at meta sum samtykt manna millum.

Ikki kann sigast, at nøkur endalig semja er um henda spurning. Men samstundis er tað ein royndur lutur, at mannarættindahugtakið hevur ein týðandi leiklut bæði í heimligari og altjóða rættarfatan.

Bæði í nationalari lóggávu og í millumtjóða sáttmálum verður tikið atlit til mannarættindayvirlýsingina og mannarættindahugsanina í stóran mun. Men tað merkir ikki, at tað ikki finnast avbjóðingar. Heimurin stendur ikki í stað, og tað ger uppfatanin av mannarættindum heldur ikki. Brot á mannarættindini er gerandiskostur, og atfinningar at mannarættindunum koma frá fleiri síðum.

Greinin hjá Jógvan D. Hansen fer ikki út í æsir við øllum hesum viðurskiftum, men víst verður á nøkur viðurskifti av prinsipiellum týdningi.

Lesið greinina her.

Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing