University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Marin

Marin Theodora Skaalum Joensen

01.06.2026
Setrið

Marin hevur valt matvørur sum yrkisleið

Marin Theodora Skaalum Joensen fer á almennari ráðstevnu í Kongshøll 8. juni at greiða frá, hvat skal til fyri at fáa føroysk ung at velja útbúgving og starv innan fyri matvøruvinnu

25 ára gamla Marin Theodora Skaalum Joensen er næstan liðug við dreymaútbúgvingna á DTU sum verkfrøðingur í matvørutøkni. Hon starvast hjá Novonesis, sum framleiðir tilfar til matvøruídnaðin, eitt nú ensym og probiotika.

Í 2024 stovnaði Marin saman við einum floksfelaga startup-fyritøkuna, Ocean Wrap, og við henni vunnu tær Skylab Ignite-virðislønina fyri eina verkætlan at framleiða pakkitilfar úr tara.

Marin hevur sostatt útbúgving, førleikar og nýskapanarhug, sum Føroyar hava brúk fyri, um vit av álvara vilja menna matvøru- og sjófeingisvinnuna og fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi.

Á almennu ráðstevnuni, Fiskur og Framtíðin - møguleikar og avbjóðingar, fer Marin at greiða frá, hví hon valdi hesa útbúgvingina og um møguleikarnar í matvøruyrkinum. Eisini fer hon at hugleiða um, hvat krevst fyri at fáa ung at útbúgva seg og arbeiða innan fyri matvøru- og tøkniøkið í Føroyum.

Eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni er nevniliga, hvussu vit fáa ungdómin at velja sær útbúgving og yrki í sjófeingisvinnuni. 

Ráðstevnan verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn mánadagin 8. juni frá klokkan 08:00 til 15:45.

Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til.

Melda til og sí skránna HER.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum