University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Markleys Útbúgving (1)
13.09.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Altjóða Skrivstovan

Markleys Útbúgving

Í ár verður Markleys Útbúgving fyriskipað týsdagin 17. september í Norðurlandahúsinum.


Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður fyri útbúgvingarstevnuni Markleys Útbúgving.

Í ár er evnið “ALTJÓÐAGERÐ AV ÚTBÚGVINGUM” við serligum denti á skiftislestur.

Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. Póllandi og Avstralia.

MÚ roynir at kveikja áhugan fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan við Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.

Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum. Tiltakið um kvøldið er alment. Tá fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar.

Okkara vón er, at fólk fáa sum mest burturúr degnum. Vit eggja staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar. Brúkið eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar.

Sí skrá fyri kvøldtiltakið

Sí faldara og skrá fyri dagtiltakið



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum