19.03.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Martin Breum á vitjan á Søgu- og samfelagsdeildini

Kendi danski DR journalistur og rithøvundur, Martin Breum hitti lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini í farnu viku


Martin Breum, sum skrivaðið bókina Når isen forsvinder – Danmark som stormagt i Arktis, olien i Grønland og kampen om Nordpolen  (Gyldendal 2011) var á Føroyavitjan í farnu viku og nýtti høvi at hitta føroysk lesandi á Fróðskaparsetrinum. Martin helt ein fyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini og viðgjørdi altjóða politisku telvingarnar,  sum fara framm  millum alheims tjóðir og stórveldi um ræðisrættin yvir tilfeingi, sum liggur undir ísinum í Arktis, og sum gerast atkomuligt nú ísurin bráðnar. Hann var serliga áhugaður í at hoyra, hvat føroysk lesandi hildu um ríkisfelagsskapin, og um tey hildu, at broytingarnar í Arktis fóru at hava ávirkan á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Martin Breum er ein sera livandi og engasjeraður fyrilestrahaldari, og vónandi fáa vit høvi at uppliva hann aftur, nú bókin hjá honum skal dagførast.