18.06.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Martin Zachariasen adjungeraður professari

Martin Zachariasen er frá 1. mai 2015 settur sum adjungeraður professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur frammanundan í eitt áramál verið adjungeraður lektari í teldufrøði.


Martin Zachariasen er frá 1. mai 2015 settur sum adjungeraður professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur frammanundan í eitt áramál verið adjungeraður lektari í teldufrøði.

Martin var ein á fyrsta holdinum, ið fekk bachelorprógv í teldufrøði frá Setrinum. Tað var í  1989. Hann helt seinni fram við lestri á Keypmannahavnar Universiteti, har hann tók ph.d. útbúgving í 1998 og Dr. Scient. í 2010. Hann hevur drúgvar royndir við gransking og útbúgving á øllum akademiskum stigum. Síðan 2011 hevur hann verið professari í teldufrøði á DIKU, Keypmannahavnar Universiteti, har hann eisini hevur verið deildarleiðari síðan 2008. Tann 1. mai 2015 tók Martin við sum dekanur fyri Det Naturvidenskabelige Fakultet á Syddansk Universitet. Grein um tað sæst her

Sum adjungeraður professari fer Martin m.a. at virkar við í at menna útbúgving og gransking á Fróðskaparsetrinum innan kunningartøkni og at menna útbúgvingartilboð innan kunningartøkni.