22.12.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterskeið í broytingarleiðslu

Ávísar leiðsludygdir eru neyðugar hjá tí, sum skal standa á odda fyri broytingum. Setrið bjóðar masterskeið í broytingarleiðslu, og evstamark at tekna seg er 19. apríl. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur

Hetta skeiðið er viðkomandi fyri bæði privata og almenna geiran, og tað gevur førleikar til at skilja bæði ástøðiliga og í verki, hvussu broytingarleiðsla ávirkar stovn ella fyritøku og starvsfólkini, sum arbeiða har.

Skeiðið er skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, praksisuppgávur (so sum eygleiðingar, kortleggingar og strategiformuleringar í egnari organisatión), umframt framløgur frá lesandi og sjálvlestur.

Eftir lokið skeið skalt tú vera før/ur fyri, at:

• Nýta gransking og vitan um broytingarleiðslu til greining av eini organisatión, umframt at meta um, hvørjar leiðsludygdir eru neyðugar í hesum sambandi.

• Greiða frá, greina og meta um týdningin av meiningsskapan, samskifti og sosialum sambondum í organisatiónum, tá talan er um broytingarleiðslu

• Lýsa og greiða frá, hvørja ávirkan kompleksitetur í dagsins seinmodernaða samfelagi hevur á almennar stovnar og privatar fyritøkur, soleiðis at broytingarleiðsla er neyðug

• Lýsa og greiða frá ymiskum ástøðum og myndlum um broytingarleiðslu, og hvussu hetta kann brúkast í verki

• Kritiskt at hugsa um og brúka leiðsluástøði og gransking til at leiða starvsfólk í broytingartilgongd

G.G. Hetta er stakskeið, sum telur 5 ECTS og er eisini partur av leiðsluútbúgvingini, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út sum kandidatútbúgvingina, Master í Leiðslu og Skipan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart.

Lesið meira um skeiðið her.

Kostnaður: 10.000 krónur

Undirvísing byrjar: 3 mai

Skeiðið endar: 25. mai

Próvtøka: 6 juni

Umsóknarfreist: 19 apríl