27.01.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Masterskeið í Kirkjurætti

Í vár verður skipað fyri skeiði á masterstigi í Kirkjurætti á Søgu- og samfelagsdeildini


Í 2007 yvirtóku føroyskir myndugleikar umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av Fólkakirkjuni í Føroyum.  Í hesum sambandi byrjaði eitt sjálvstøðugt føroyskt lógarsmíð á tí kirkjuliga økinum, sum nú er komið at enda at kalla. Summar danskar lógir eru tó galdandi enn, eins og ávísar almennar lógir eisini í vissan mun eru í gildi innan kirkjuveggja.

Skeiðið vendir sær til prestar í fólkakirkjuni og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava gudfrøðiligt bachelorprógv. Samstundis er hetta eisini dogmatiskt skeið, ið verður boðið út í MA í løgfrøði á Setrinum. Eisini onnur, sum hava hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir, kunnu søkja um upptøku, eitt nú kristnilærarar og kirkjutænarar ella hjálparfólk innan kirkjugátt.

Skeiðið er gott grundarlag hjá teimum, sum velja at halda fram og taka onnur gudfrøðilig skeið á Fróðskaparsetrinum, t.d. í Guðstænastuskipan og sálmasangi ella Kirkjusøgu.

Umsóknarfreistin er 1. mars 2016. Boð um upptøku á skeiðnum í Kirkjurætti verða send í seinasta lagi mánadagin 14. mars 2016. Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 28. mars 2016.

Umsóknarblað, leiðbeining og nærri kunning fæst HER