University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
May Britt Skoradal
28.10.2025
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

May-Britt Skoradal framflutt til lektara í heilsuvísindum

May-Britt Skoradal er framflutt til lektara í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya
 
May-Britt Skoradal, ið hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani november 2021 og sum varadekanur síðani 2016, er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Bispebjerg Sygeplejeskole í 1993. Samanlagt arbeiddi hon í 10 ár sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark og fýra ár á Landssjúkrahúsinum í Føroyum við diabetes sum høvuðsøki. Í 2010 varð hon sett í starv á Setrinum sum námslektari.
 
Í 2021 vardi May-Britt sína ph.d.-ritgerð, sum snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur, og granskingin hjá May-Britt síðani hevur eisini snúð seg um rørslu og trivnað hjá fólki við kroniskum sjúkum.
  
Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum.  

Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran grundað á vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking og fyrisitingarligar royndir.

Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá May-Britt Skoradal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at hon verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru Helle Ussing Timm, adjungeraður professari á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Svein-Arne Pettersen, professari á Tromsø Universiteti og Ásta Steinunn Thoroddsen, professari emirata á Háskólinn í Reykjavík.  

Vit ynskja May-Britt hjartaliga til lukku við framflytingini.

Lesið meira um virksemið hjá May-Britt Skoradal her 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving