University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Meistarafyrilestur á Føroyamálsdeildini (2)
06.02.2018
Til lesandi Føroyamálsdeildin

Meistarafyrilestur á Føroyamálsdeildini

Fríggjadagin 9. februar kl. 15 stundisliga, heldur Elinborg Osvaldsdóttir meistarafyrilestur sín í loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.


Heitið á meistarafyrilestrinum er: "Samanber rákini í teimum báðum fimm ára tíðarskeiðunum 1911-1915 og 2011-2015 viðvíkjandi fornøvnum, tvíburafornøvnum og millumnøvnum".

Evnið er tikið burtur úr MA-ritgerð hennara, sum ber heitið: Navnið spillir ongan. Ein viðgerð av føroyskum fólkanøvnum í tveimum fimm ára tíðarskeiðum: 1911-1915 og 2011-2015 við hugburðskanning um navnagávu og -lóggávu – við søguligum baksýni.

Ritgerðina læt hon inn 6. juli í fjør. Leiðbeinari hennara er Anfinnur Johansen.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00