University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Dorit.jpg
Anna katrin Matras
11.09.2018

Meistarafyrilestur hjá Dorit Hansen

Komandi fríggjadag, 14. september kl 14:00, fer Dorit Hansen at halda meistarafyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

Meistarafyrilestur tekur støði í ritgerð hennara “Tá ein ævi verður til eina søgu. Frásøgustílur og skaldslig drøg í ævisøguni J. H. O. Djurhuus eftir Hanus Kamban”. Heitið á meistarafyrilestrinum hjá Dorit Hansen er "Yrktar yrkisbókmentir".

Fyrilesturin verður hildin í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini og byrjað verður kl. 14.00 stundisliga.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám