Malan Marnersdóttir
28.10.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Meistarafyrilestur um Sjúrðar kvæði

Fríggjadagin 1. november 2019 heldur Brynhild Wentzelsdóttir Kamban almennan próvtøkufyrilestur við evninum

Sjúrðar kvæði nýtulkað úr kynjafrøðiligum sjónarhorni

Fyrilesturin hevur støði í meistararitgerðini: “Kenn mær einki um. Kyn, frásagnarviðurskifti og frábrigdi í Sjúrðarkvæðunum”, har Brynhild Wentzelsdóttir Kamban greinar, hvussu persónslýsingarnar og frásagnarhættirnir mynda kyn. Ritgerðin er ein týðandi bókmentafrøðiligt ritgerð og slóðbrótandi kvæðagransking.

Fyrilesturin er almennur og byrjar kl. 14 stundisliga fríggjadagin 1. november í Kongshøll á Vestaru Bryggju 15 í Havn.