University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setting New Trends Change And Innovation Concept With Paper Airplanes
24.06.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Menn teg sum leiðara á masterstigi

Gev tær sjálvum/sjálvari vind í seglini við masterútbúgving í Leiðslu og Skipan á Setrinum

Hevur tú ábyrgd og leiðsluuppgávur á stovni, fyritøku ella felagsskapi? Hevur tú hug at menna teg fakliga og persónliga – og samstundis styrkja tínar førleikar sum leiðari?

Á Fróðskaparsetrinum kanst tú taka eina Masterútbúgving í Leiðslu og Skipan, meðan tú røkir títt starv annars. Útbúgvingin gevur tær nútímans og fakliga grundaðar førleikar í leiðslu – lagaðar til føroysk viðurskifti og á sama stigi sum MBA-útbúgvingar uttanlands.

Hvat fært tú?

✅ Strategiska og organisatoriska fatan
✅ Leiðsluástøði og hugtøk, tú beinanvegin kanst brúka í verki
✅ Førleikar til at leiða í einum føroyskum samanhangi
✅ Lærugreinar á universitetstigi við dygdargóðum undirvísarum
✅ Prát, íblástur og netverk við onnur roynd fakfólk

Útbúgvingin er skipað í tveimum pørtum:

🔹 Diplom í Leiðslu á masterstigi (60 ECTS)
🔹 Fult masterprógv í Leiðslu (120 ECTS)

💬 Ein lesandi sigur um útbúgvingina:

“Eg kenni meg tryggari í leiðsluleiklutinum og standi stinnari á brøttum eins og á sløttum, og so havi lært eina rúgvu frá hinum lesandi um, hvussu tey handfara avbjóðingar”

📅 Næsta umsóknarfreist: 1. juli 2025
📍 Undirvíst verður umleið triðjahvørt vikuskifti í Havn
📎 Les meira og søk her.

💡 Leiðsla er ikki bara eitt fak – tað er eisini ein lívsleið. Og ein støðug menning. Ert tú klár/ur at taka næsta stig?

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving