01.10.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Menna samstarvið við Mittuniversitetið innan KT-verkfrøði og onnur fakøki

Mittuniversitetið á Fróðskaparsetrinum fyri at endurnýggja samstarvsavtaluna frá 2010, og fyri at víðka samstarvið.


Pär-Ove Forss og Cathrine Gladh frá Mittuniversitetinum á Fróðskaparsetrinum 28. september – 2. oktober, 2015 fyri at endurnýggja verandi samstarvsavtalu og fyri at umrøða víðkaðar samstarvsmøguleikar. Samstarvsavtalan við Mittuniversitetið frá 2010 um fjarlesturskeið til BSc. í KT-verkfrøði (30% av útbúgvingini) var galdandi í 5 ár, og skuldi tí endurnýggjast, og ynskir vóru eisini frá báðum pørtum um at styrkja samstarvið enn meira, t.d. innan M.Sc.-lestur í KT-verkfrøði, og møguliga eisini at víðka samstarvið til onnur fakøki.

Umframt gott samstarv við føroysku KT-vinnuna, sum veitir bæði vanlig skeið og B.Sc.-verkætlanir til útbúgvingina, so hevur samstarvið um fjarlesturskeið við Mittuniversitetið havt stóran týdning fyri menningina av 3-ára longu B.Sc.-útbúgvingini í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum, sum hevur upptøku annaðhvørt ár.
Síðani avtalan við Mittuniversitetið bleiv gjørd í 2010 eru 14 føroyingar lidnir sum B.Sc. í KT-verkfrøði, harav 7 higartil í 2015 við hesum endaligu verkætlanum, sum byggja víðari á førleikar lærdir í útbúgvingini:

  • RatSpell-Statistical context-sensitive spell checker for the Faroese language (Bjartur Mortensen, Brynleif Andreasen) Vegleiðing: Heini Justinussen, Petur Zachariassen
  • Ultimate Quiz – A Mobile Game (Teitur D. Poulsen) Vegleiðing: Ólavur Ellefsen, Petur Zachariassen
  • Fisheries Learning Simulation (Eiler K. Y. Poulsen) Vegleiðing: Ólavur Ellefsen
  • Netval (Eva Drewsen) Vegleiðing: Bárður Háskor, Petur Zachariassen
  • A Functional Approach to Modelling Electric Power Systems & An Example Implementation (Jóhan Pauli Magnussen) Vegleiðing: Bárður A. Niclasen
  • Ardrobot – An Android Controlled Arduino Robot (Bárður Thomsen) Vegleiðing: Benadikt Joensen

Spírar til nýggja KT-íverkseting eru longu farnir at næla, t.d. kann nevnast, at 3 lesandi í KT-verkfrøði hava luttikið og verið við til at vinna FT GameJam við einum hugskoti til telduspælið WormSteak.

Eini 35 lesandi eru nú í gongd við útbúgvingina, umframt at eitt nýtt hold á umleið 30 B.Sc.-lesandi í KT-verkfrøði verður tikið innaftur í 2016. Útbúgvingin og komandi upptøkan bleiv nýliga lýst á stevnuni Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum tann 15. september 2015, og áhugin fyri útbúgvingini var stórur.

Hetta gevur gott næmingagrundarlag fyri at menna útbúgvingina enn meira bæði til framtíðar M.Sc.- og ph.d.-lestur í KT-verkfrøði. KT-felagið hevur nýliga lýst tørvin á KT-verkfrøðingum og KT-íverkseting í Føroyum at vera stóran, og politiskt er eisini stórur áhugi fyri at menna KT-vinnuna meira í Føroyum, t.d. innan fíggjartænastur og til effektivisering av almennari fyrisiting.

Vitjanin frá Mittuniversitetinum tryggjaði at verandi samstarvsavtala heldur fram, og væntandi eisini kann víðkast til samstarv innan M.Sc.-lestur, og til samstarv innan onnur fakøki, sum t.d. orkuverkfrøði. Hesi viðurskifti vera nú útgreinað nærri í samstarvi við gestirnar frá Mittuniversitetinum.