University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bjørn Martin og Finn.jpg

Finn Mørk og Martin Heinesen, jarðfrøðingar, fara saman við Bjørn Kunoy, professara í altjóða løgfrøði, til Tansania at undirvísa í havrætti

Brynhild Thomsen
25.11.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Menningarsamstarv: Til Tansania at undirvísa í havrætti

Stórt skeið í havrætti verður í næsta mánaði í Tansania sum partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law

Mánadagin 13. - 18. desember verður skeið í havrætti í Tansania í Arusha.

Skeiðið er partur av "Summer Academy on the Continental Shelf 2021 (SACS), sum nú verður tikið upp aftur eftir tvey ára steðg. Hetta er triðju ferð, at skeiðið verður hildið í Arusha í Tansania, og tað er partur av menningarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Jarðfeingi, danska GEUS og African Institute of International Law (AIIL).

Skeiðið hevur til endamáls at menna førleikar í landgrunsviðurskiftum hjá menningarlondum, og á hesum øki hava Føroyar hava holla vitan og royndir.

Í høvuðsheitum er skeiðið fíggjað av játtanini til menningarsamstarv frá Føroya landsstýri og er knýtt at eini samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og AIIL.  Skeiðið hevur verið hildið í Føroyum tríggjar ferðir frammanundan.

Umleið 25 av teimum 30 luttakarunum eru úr sjey ymsum afrikanskum londum, og so eru eisini aðrir luttakarar úr øðrum londum kring um í heiminum.

Í 2022 verður SACS eftir ætlan hildið á National University of Singapore, NUS. Endamálið við hesum er í mest møguligan mun at røkka og stuðla menningarlondum í Fjareystri og Osiania.

Teir føroysku undirvísararnir á skeiðinum eru Bjørn Kunoy, løgfrøðingur og leiðandi umboð landsstýrisins í marknamálum, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og limur í Landgrunsnevnd ST (CLCS) og Finn Mørk, jarðfrøðingur og serkønur í landgrunsmálum á GEUS. Eisini undirvísa aðrir altjóða serfrøðingar í løgfrøði og limir í CLCS.

Les meira um SACS-skeiðið á heimasíðuni hjá Setrinum her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving