30.05.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Mentanarsøga og politikkur í Norðuratlantshavi

Ráðstevna til minnis um føroyavinin Toomas Lapp á Skandinavistika, universitetið í Tartu, Estland


Toomas Lapp var ungur granskari í norðurlendskum viðurskiftum, sum deildin Skandina-vistiska á universitetinum í Tartu væntaði sær nógv av. Heilt frá ungum árum hevði hann stóran áhuga fyri Norðurlondum, las alt hann kom fram á og fór eftir lokið studentsprógv at lesa norðurlendskt á universitetinum. Áhugin mátti samansjóðast við egnar upplivingar, og tí ferðaðist hann víða um í Norðurlondum. Hann búði tvey ár í Íslandi og lærdi íslendskt. Hann var í Grønlandi og í 2007 var hann á summarskeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Henda vitjan gjørdi hann so eldhugaðan, at hann vildi skriva ph.d.-ritgerð um føroysk viðurskifti. Men hann  var ikki meira enn innskrivaður ph.d.-studentur, tá hann doyði í vanlukku í Suðurafrika bara 31 ára gamal. Tað vóru møguleikar Føroya at gerast sjálvstøðugt land og serliga átrúnaðarliga landslagið í Føroyum, sum høvdu áhuga hansara. 

 

    

Ein grein um Føroyar eftir Toomas Lapp er prentað í franska tíðarritinum Nordique 2009. MA-ritgerð hansara greinaði viðurskiftini millum íslendingar og danir, og ein av niðurstøðum hansara var at tey vóru vinaligari, enn hann hevði væntað.

 

Ráðstevnan í Tartu 24. og 25. mai 2011 savnaði granskarar úr Íslandi, Svøríki, Noregi, Føroyum, Danmark og Fraklandi, sum eru søgufrøðingar, mentanarfrøðingar, bókmentafrøðingar og málfrøðingar.  Evnið varð valt eftir áhugamálum Toomasar Lapp.

 

Foreldur Toomasar vóru hjástødd alla ráðstevnuna og vóru fegin um tann grunnin, sum var stovnaður í hansara navni við tí endamáli at stuðla ungum granskarum og týðarum úr norðurlendskum málum. Tey eru errin av soninum og sum mamma hansara segði, hesin sonurin var vaksin langt upp um tey bæði so og so, foreldrini.

 

Fyrilestrarnir á ráðstevnuni umboðaðu høvuðsáhugamál Toomasar: Eva Toulouze professari og leiðbeinari Toomasar greiddi frá akademiska virki hansara. Einar-Arne Drivenes professari í Tromsø helt fyrilestur um vísindi í politiskari tænastu – um norsku  koloniseringina av Svalbarð. Annika Sandén lektari í Linköping um trúgv og vantrúgv í 16. aldar Svøríki. Ph.d.-lesandi Mart Kuldkepp helt fyrilestur um íslendsku náttúruna og íslendsku tjóðskaparrørsluna. Jørgen Trondhjem ph.d. talaði um grønlendska myndlist og Ásdís Egilsdóttir professari á Háskóla Íslands um mentanararv og samleika í vísinda¬søguligum ljósi. Daniel Sävborg, professari í Turku, endaði við fyrilestri um Ísland og hjálandavaldið í íslendingasøgum og í vísindunum. Allir fyrilestr¬arnir vóru stak væl fyrireikaðir og áhugaverdir – væntandi koma teir út í bók áðrenn langt um líður. Sjálv talaði eg um føroyskar bókmentir millum tjóðskap og danska ávirkan.

 

Ráðstevnan var stuðlað av estiskum, donskum og svenskum vísindagrunnum, sendi- og aðalráðum, Norðurlendska ráðharraráðnum, Nordplus og SIU (Senter for internasjonalisering av høgre utdanning).

 

Tartu er universitetsbýurin í Estlandi – 20% av fólkinum í býnum eru lesandi. Universitetið varð stovnað í 1632 av svenska konginum Gustavus Adolphus og kallaðist upprunaliga Academia Dorpatensis.