Knud Simonsen
29.02.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Metnógvar PhD-ritgerðir í Noregi í 2007

Í 2007 vórðu 1030 PhD-ritgerðir vardar í Noregi. Hetta er fyrsta árið, at talið fer upp um 1000, og nærkast norðmenn nú málinum uppá 1100 PhD-verjur um árið, sum teir settu sær fyri nøkrum árum síðani. Fjórðingurin av kandidatunum eru útlendingar.


Í mun til árið frammanundan vórðu tað 125 fleiri, sum kundu kalla seg 'doktor'  í 2007, og svarar hetta til eina øking uppá 14%. Tann lutfalsliga størsta økingin var við Universitetinum í Tromsø, sum hevði heili 60 PhD-verjur fleiri enn árið frammanundan, og skrivaði út 100 PhD-prógv í fjør. Hetta svarar til eina øking uppá 67%. Tað er stovnurin NIFU STEP, sum ger norsku útbúgvingarhagtølini.

 

Faklig fordeiling

Deilt út á fakøkir, so vórðu 38% av PhD-verjunum innan náttúruvísindi og tøkni, 33% innan samfelags- og hugvísindi, 24% innan medisin og 5% innan landbúnað.

 

Fleiri kvinnur og nógvir útlendingar.

Í mun til tíðarskeiðið 2002-2006, tá kvinnur stóðu fyri 40% av PhD-verjunum, er hetta talið nú komið uppá  44%.  Innan medisin var kvinnuparturn 59% og eisini samfelags- og hugvísindi vóru kvinnurnar í meiriluta, meðan tær bert umboða ein fimtapart í náttúruvísindum og tøkni.

 

At Noreg er vorðið eitt áhugavert granskingarland, sæst í hagtølunum. Í 2007 var fjórði hvør, sum vardi eitt PhD-heiti í Noregi,  útlenskur statsborgari.  Fyrst í 1990-unum var hetta talið um 10%.

 

Úrslit av politiskari støðutakan

Fyri nøkrum árum síðani avgjørdi norska stjørnin at menna granskingina í landinum, m.a. við at játta fígging til fleiri PhD-størv. Málið var tá at koma uppá 1100 PhD-verjur um árið, og eru teir nær við at náa hesum málinum.

 

'Men fyri at náa høvuðsmálunum fyri norska gransking má ambitiónsstøðið framvegis verða høgt, og tí fari eg at leggja ein 'stortingsmelding' um rekrutering og granskaraútbúgving fram í vár', sigur norski kunnleikaráðharrin, Tora Aasland, við granskingarportalin forskning.no.

 

Lutfalsliga støðan í Føroyum

Lutfalsliga í mun til fólkatalið, so burdi vit framleitt 11 PhD-ara um árið í Føroyum, harav 4-5 innan náttúruvísindi og tøkni. Í fjør vórðu tvær verjur á Náttúruvísindadeildini. Tann 02.04.2007 vardi Bárður A. Niclasen ritgerðina 'An operative wave model for the Faroe Shelf' og tann 20.06.2007 vardi Høgni H. Debes ritgerðina 'Phytoplankton and Zooplankton Interactions on the Faroe Shelf'. Báðar hesar verkætlaninar vórðu fíggjaðar av útlendskum oljufeløgum.