Brynhild Thomsen
15.12.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

#MeToo og bókmentir á Føroyamálsdeildini

Føroyamálsdeildin bjóðar út stakskeið um #MeToo og bókmentir komandi vár

Soffía Auður Birgisdóttir, ph.d. og bókmentagranskari á rannsóknarsetri Háskóla Íslands, fer at hava skeið um #MeToo og bókmentir á Føroyamálsdeildini komandi vár. Seinastu árini hevur kynsligur harðskapur móti kvinnum verið umrøðuevni í samfelagskjaki um allan heim, serliga í sambandi við #MeToo-rørsluna, og tað endurspeglast eisini í samtíðarbókmentum.

Harðskapur móti kvinnum er tó einki nýtt fyribrigdi, hvørki í samfelagnum sum heild ella í bókmentum, og leitað verður tí eisini aftur til t.d. Skírnismál og nýggjar tulkingar av eldri tekstum.

Skeiðið verða boðið út á MA- og BA-stigi. Upptøkukrav til MA-stig er staðið BA-nám, til BA-stig er kravið gymnasialt miðnámsprógv við í minsta lagi 5,8 í miðal í føroyskum.

Brellbiti um hetta skeiðið og skeið um Gandafjallið hjá Thomas Mann sæst her.

Skeiðið byrjar vikuna eftir páskir og endar hálvan mai.

Lesið meira her.