University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Metstórur áhugi fyri Setrinum

Metstórur áhugi fyri Setrinum

Yvir 200 nýggj lesandi við lestrarbyrjan


Væntandi byrja um 213 nýggj lesandi á Setrinum við lestrarbyrjan í ár. Hetta talið byggir á svar frá teimum, sum eru innkomin, og sum hava tikið ímóti tilboðnum um at lesa á Setrinum. Kortini kann talið broytast eitt sindur enn, men hægri verður tað neyvan. Afturat hesum eru umleið 330, sum longu frammanundan eru innskrivað við útbúgvingarnar á Setrinum, umframt stakgreinalesandi, sum ikki taka fulla útbúgving á Setrinum. Væntandi verða tað sostatt tilsamans umleið 540 fulltíðarlesandi á Setrinum komandi lestrarár.

Tann parturin á Setrinum, sum hevur flest lesandi í dag, er Læraraskúlin. 70 lesandi skulu byrja at lesa til lærara og námsfrøðing í ár. Áhugin fyri at lesa á Søgu- og samfelagsdeildini og til KT-verkfrøði á Náttúruvísindadeildini er eisini stórur, við ávikavist 50 og 38 nýggjum lesandi á hesum útbúgvingunum. Orsakað av avmarkingum í umstøðum fyri starvsvenjingum eru bert 22 nýggj lesandi tikin inn á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í ár. Hetta er knapt ein triðingur av øllum umsøkjarunum. Føroyamálsdeildin tekur 22 fulltíðarlesandi inn í ár. Annars síggjast hagtølini í talvu 1.

Talva 1

Tal av umsóknum og upptøka til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum

ÚtbúgvingUmsóknir 14. juli 2010 Upptøka 16. august 2010Lívfrøði               7               49


Jarð- og havfrøði               5KT-verkfrøði              54Lærari              83                70Námsfrøði              65Sjúkrarøktarfrøði              59               22Samfelagsvísindi              36               50


Stjórnmálafrøði 15Søga 16Føroyskt 31 22Íalt 371 213


Tey 213 nýggju lesandi á Setrinum byrja lesturin við einum felags innleiðsluskeiði hósdagin 19. august kl. 9.00 í Læraraskúlahøllini. Endamálið við innleiðsluskeiðnum er at kunna um ymisk lestrarviðurskifti og at samansjóða tey lesandi á øllum deildunum og skúlunum á Setrinum.

Á skránni verða ymisk áhugaverd evni so sum:

  • Frá næmingi til lesandi
  • Kunning um:

>  Deildir og skúlar á Setrinum
           >  Bygnað og leiðslu á Setrinum
           >  Setursskrivstovuna og Altjóða Skrivstovuna
           >  Landsbókasavnið
           >  Studna
           >  Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS)

  • Ymisk samansjóðandi tiltøk

Skrá fyri felags innleiðslu fyri nýggj lesandi á Setrinum í Læraraskúlahøllini á Frælsinum

Kl. Hósdagur 19. august 201009.00Rektarin bjóðar vælkomin09.15Samansjóðing09.45Kaffi/te og køka10.15Frá næmingi til lesandi11.15Um deildir og skúlar á Setrinum12.15Døgurðasteðgur (Frí kl. 13.00)13.00Kunning um First Class og aðra samskiftistøkni

Kl.Fríggjadagur 20. august 2010Kunning um:09.00Studna09.20Setursskrivstovuna/Altjóðaskrivstovuna09.50Landsbókasavnið10.20MFS10.30Frá lesandi til lesandi12.00Setrið bjóðar miðmála í Jónas Broncks gøtu, veghæddini13.00Takk fyri og góða eydnu

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin